Kommunurnar í Vágum: Kannið tykkum hjá tykkum sjálvum

Kommunurnar í Vágum: Kannið tykkum hjá tykkum sjálvum
Vága- og Sørvágs kommuna heita nú á fólk, sum ikki búgva í oynni, um at lata seg kanna fyri koronu aðrastaðni enn í Vágum
Mynd: Savnsmynd  
 
19.11.2021 - 08:29

Seinastu vikuna hava kommunurnar í Vágum, í samstarvi við Sjúkrahúsverkið, skipað fyri møguleikanum at lata seg kanna fyri koronu í Vágum.

Fólk hava tikið væl undir við tí, tí umleið 400 fólk hava latið seg kannað tær tríggjar ferðirnar, møguleikin hevur verið til staðar.

Hetta fegnast tey í Vágum um, sigur Vága kommuna í tíðindaskrivi.

 

Vilja ikki gjalda fyri onnur

Men meir enn triðihvør, sum verður kannaður, kemur aðrastaðni frá í landinum enn úr Vágum.

Hetta halda kommunurnar í Vágum vera óheppið, tá ið tað eru tær, sum standa við fíggjarligu ábyrgdini av kanningunum, skrivar Vága kommuna.

Tí heita kommunurnar á avoyggjafólk um at leita sær aðra kanningarstøð ella at heita á sína egna kommunu um at taka lut í útreiðslunum, sum kommunurnar í Vágum hava av kanningarstøðini.

"Tá skulu tey vera meira enn vælkomin vestur," sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Kannað verður aftur leygdardagin, og bíleggingarskipanin letur upp í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762