Danir og grønlendingar kunnu eisini keypa fastogn í Føroyum

Danir og grønlendingar kunnu eisini keypa fastogn í Føroyum
Løgtingið hevur samtykt uppskotið við teimum broytingum, sum samgongan í rættarnevndini mælti til
Samgongan í rættarnevndini helt ikki, at munur kann gerast á borgarum í ríkinum, og løgtingið samtykti eitt broytingaruppskot um tað við aðru viðgerð.
Mynd: Savnsmynd  
 
02.12.2021 - 15:39

Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá løgmanni um fastogn og útlendingar, sum keypa fastogn í Føroyum, við teimum broytingum, sum samgonguflokkarnir í rættarnevndini mæltu til at gera.

Samgongan helt ikki, at tað ber til at gera mun á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum, tá talan er um at keypa fastogn í Føroyum, og hevði broytingaruppskot um tað. 

Allir danskir ríkisborgarar kunnu keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum, hava teir búð í ríkinum í minst fimm ár.

Og bara feløg, sum hava høvuðssæti sítt í Føroyum, kunnu keypa uttan loyvi, segði meirilutin í rættarnevndini, sum við hesum vil avmarka skaran av feløgum, sum kunna keypa í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.

Broytingaruppskotið hjá meirilutanum var samtykt við 13 atkvøðum fyri og 12 ímóti.

Bindur ikki nóg væl fyri

Andstøðuumboðini í rættarnevndini hildu ikki, at uppskotið hjá  landsstýrinum bindur nóg væl fyri. 

Andstøðan helt, at bara fólk, sum búgva í Føroyum, og feløg, sum hava heimstað í Føroyum, skulu sleppa at keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum.

Minnilutin mælti eisini staðiliga til, at er endamálið útleigan, skal loyvi ikki gevast feløgum at keypa fastogn í Føroyum.

Broytingaruppskotið frá minnilutanum fall. 12 atkvøður vóru fyri og 13 ímóti.

Málið um at keypa fastogn í Føroyum skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum, og hon verður týsdagin 7. desember. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677