USA: Russland fer at gera innrás í Ukraina

USA: Russland fer at gera innrás í Ukraina
Venjingar hjá russiskum hermonnum í Hvítarusslandi eru tekin um, at Russland fer at leypa á, siga amerikanskir embætismenn
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er komin til Ukraina, og seinni í vikuni fer hann at hitta russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.
 
19.01.2022 - 08:28

USA ávarar nú ímóti, at Russland fer at gera innrás í Ukraina, nær tað skal vera. Amerikanskir embætismenn siga, at kreppan nú er á einum álvarsligum stigi, skrivar Ritzau.

- Vit halda, at støðan er so mikið álvarslig, at Russland, nær tað skal vera, kann gera innrás í Ukraina, sigur talsmaðurin í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, við fronsku tíðindastovuna, AFP.

Tað eru venjingar hjá russiskum hermonnum í Hvítarusslandi, sum kunnu hava við sær innrás í Ukraina, siga amerikansku embætismenninir.

Russland ætlar ikki at leypa á

Russland vísir tíðindunum aftur, og russiska sendistovan í USA tvíheldur um, at Russland fer ikki at leypa á nakað land. Tað skrivar sendistovan á facebook, skrivar russiska tíðindastovan, Tass.

- Venjingina við at flyta herfólk á egnari jørð, hava vit rætt til. Vit mæla til, at ágangurin steðgar, og ikki ger støðuna spentari enn neyðugt, skrivar russiska tíðindastovan í USA.

Blinken í Ukraina

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, kom til Ukraina í morgun, har hann skal hitta leiðsluna í landinum.

Eftir fundin í Kiev, fer hann beinleiðis til Berlin, har hann fer at hitta umboð fyri Týskland, Frakland og Bretland, og amerikanski uttanríkisráðharrin skal hitta russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í Geneve fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299