Morten Messerschmidt nýggjur formaður fyri Dansk Folkeparti

Morten Messerschmidt nýggjur formaður fyri Dansk Folkeparti
Nýggi formaðurin hjá Dansk Folkeparti
Mynd: Bo Amstrup  
 
23.01.2022 - 15:06

Við 60% av atkvøðunum varð Morten Messerschmidt í dag valdur til nýggjan formann fyri Dansk Folkeparti. 
Av 825 møguligum fekk Messerschmidt 499 av atkvøðunum. 
Martin Henriksen fekk 219 atkvøður, meðan triðja valevni, Merete Dea Larsen, fekk 107 atkvøður. 

Morten Messerschmidt tekur við eftir Kristian Thulesen Dahl, sum hevur sitið sum formaður síðan 2012.
Thulesen Dahl tók tá við eftir Piu Kjærsgaard, sum tá hevði sitið síðan Dansk Folkeparti varð sett á stovn í 1995. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810