Bretland: Koronuavmarkingar verða tiknar av fyrr enn ætlað

Bretland: Koronuavmarkingar verða tiknar av fyrr enn ætlað
Lógin um, at smittað skulu í sóttarhald, verður strikað samstundis, sigur Boris Johnson, forsætisráðharri
Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar at seta koronuavmarkingarnar úr gildi 21. februar.
 
09.02.2022 - 14:35

Heldur verandi gongd fram, verða koronuavmarkingarnar settar úr gildi ein mánað fyrr enn ætlað.

Tað segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, í dag.

Eftir ætlan skuldu allar koronuavmarkingar fara úr gildi 24. mars, men nú er ætlanin at framskunda hetta til 21. februar, segði Boris Johnson í parlamentinum.

Í Bretlandi hevur eisini verið lógarkrav, at tey, sum eru smittað av koronu, skulu í sóttarhald, men hendan lógin verður strikað samstundis, segði Boris Johnson sambært Sky News.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256