Uttanlandsnevndin gevur sær góðar stundir at viðgera yvirtøkumál

Uttanlandsnevndin gevur sær góðar stundir at viðgera yvirtøkumál
Tjóðveldi hevur skotið upp at yvirtaka m.a. landslæknaembætið, men einki álit er komið enn
Tjóðveldi hevur skotið upp at yvirtaka landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum. Eitt líknandi uppskot frá Tjóðveldi í farnu tingsetu fall.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2022 - 08:22

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum gevur sær góðar stundir til at viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um at yvirtaka millum annað landslæknan.

Uppskotið kom í tingið 4.november.

Fyrsta viðgerð var 9.november, og síðani hevur uppskotið verið í Uttanlandsnevndini. 

2.februar bað nevndin formansskapin um longda freist til 18.februar at skriva álit. Nevndin fekk freistina, men álitið er ikki komið enn. 

Nevndin er ikki liðug við málið, sigur hon, tí hon var ikki fullmannað í eina tíð.

Og eisini her fær korona skyldina. 

 

Fall í farnu tingsetu

Uppskotið hjá Tjóðveldi var eisini í farnu tingsetu. Tá fall uppskotið.

Tjóðveldi ætlar at yvirtaka landslæknaembætið, eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutning, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað. 

Yvirtøkan, sum skal fremjast ólavsøkudag, fer at kosta slakar fimm milliónir krónur, sigur Tjóðveldi. 

Málið um yvirtøkuna er aftur á skránni hjá Uttanlandsnevndini í morgin.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666