Stór uppgáva bíðar U21-landsliðnum í fótbólti

Stór uppgáva bíðar U21-landsliðnum í fótbólti
Í fjør skelkaði føroyska U21-landsliðið Frakland í 1-1 javnleiki í Gundadali. Tí kann roknast við, at fraklendingar eru tendraðir, nú føroyingar vitja á Stade de l'Épopée
Føroysku spælararnir til venjing á Stade de l'Épopée í Calais
Mynd: FSF  
 
24.03.2022 - 12:21

Stór uppgáva bíðar føroyska U21-landsliðnum, sum vitjar Frakland á Stade de l'Épopée í Calais í Fraklandi í kvøld.

Í fjør skelkaðu Føroyar fronsku stjørnurnar, tá dysturin á Ovara vølli endaði 1-1 við máli frá Steffani Løkin. Hetta er einasta mál, sum Frakland hevur latið inn í undankappingini, og tí kann roknast við, at heimaliðið er tendrað í kvøld.

 - Franska U21-liðið er mannað við leikarum, sum dagliga spæla í størstu kappingunum í Evropa, so tað er einki at ivast í, at hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Men hvørki teir ella vit hava gloymt javnleikin í Gundadali í fjør, so tað er sjálvandi við góðum treysti, at vit fara á vøllin aftur hesaferð, sigur føroyski venjarin, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 - Teir eru krútsterkir, tað vita vit. Men vit skulu allíkavæl ikki gera teir betri enn neyðugt. Tí tað er einki at ivast í, at okkara spælarar kunnu geva teimum ein skarpan gang. Tað prógvaðu vit á heimavølli í fjør, sigur Sámal Erik Hentze.

Føroyar eru á triðja plássi í bólkinum við seks stigum, sum eru komin í hús við sigri á Armenia, og trimum javnleikum móti Fraklandi, Norðurmakedónia og Serbia.

U21 EM-undankappingardysturin millum Frakland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á kvf.fo, og byrjar klokkan 19:45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449