Landsstýrismaðurin: Megna ikki at hava eftirlit við fiskiskapinum

Landsstýrismaðurin: Megna ikki at hava eftirlit við fiskiskapinum
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at brúk er fyri fleiri eftirlitsfólkum
Manningar á vaktarskipunum, Brimli og Tjaldrinum, gera eisini kanningar á landi, og Tjaldrið er bara manna helvtina av árinum.
 
25.03.2022 - 08:27

Tað er púra greitt, at vit megna ikki at halda ásetingarnar, sum vit hava bundið okkum til. 

Tað stendur í frágreiðingini um lógina um sjófeingi, sum Árni Skaale, landsstýrismaður, kom við í gjár.

Og tað sigur hann um eftirlitið við fiskiskapinum.

Hann sigur, at havandi í huga, at meira enn 852.000 tons vóru handfarin við bryggju í Føroyum í fjør, tað er landað, avreidd og umskipað veiða, so er púra greitt, at vit megna ikki at halda ásetingarnar, sum vit hava bundið okkum til. 

Føroyar hava í avtalu við Noreg og ES frá 2020 um eftirlit við uppsjóvarfiskastovnum bundið seg til at hava fult eftirlit við fimm prosentum av landingunum og 7,5 prosentum av nøgdini, tá uppsjóvarfiskur verður landaður í Føroyum.

 

Brúk fyri fleiri fólkum

Fult eftirlit merkir, at eftirlitsfólk skulu vera hjástødd alla tíðina, meðan landað verður. Hóast trý eftirlitsfólk á landi eru komin afturat, er brúk fyri fleiri eftirlitsfólkum.

Í løtuni er neyðugt at nýta manningar á Brimli og Tjaldrinum at gera kanningar á landi. 

Í frágreiðingini stendur um Tjaldrið, at tað er bara mannað helvtina av árinum. Tjaldrið er gamalt, og tað hevur viðhvørt verið trupult at fáa eykalutir.

Hetta ger, at skipið liggur nógv meira enn ætlað.

Aðalorðaskifti verður í løgtinginum mikudagin um frágreiðingina hjá landsstýrismannium í fiskivinnumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650