Vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp

Vøksturin í lønargjaldingunum er steðgaður upp
Í mars vórðu um 920 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør
Stígur er komin í vøksturin í lønargjaldingunum
Mynd: Savnsmynd  
 
19.04.2022 - 11:36

Seinasta árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið minkandi, skrivar Hagstovan.

Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, men seinasta árið hevur vøksturin ikki havt somu ferð, og nú sæst eingin vøkstur í lønargjaldingunum.

Í mars vórðu um 920 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør. 

Seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnum verið minkandi, og nú sæst ikki longur nakar vøkstur. Hinvegin hevur verið ein varisliga vaksandi vøkstur hjá kvinnum sama tíðarskeiðið.

Í mars áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 26 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 355 milliónir, sum eru 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør. 

Lønargjaldingarnar í teimum almennu tænastunum eru vaksnar við umleið somu ferð seinastu tvey árini.

Í privatu tænastuvinnunum vaksa lønirnar framvegis, men seinasta hálva árið hevur vøksturin verið avtakandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938