Enn ein H71-spælari uttanlands

Enn ein H71-spælari uttanlands
Pætur Mikkjalsson úr H71 skal spæla við Amo Handboll í næstbestu svensku hondbóltsdeildini komandi kappingarár. Hann er fimti spælarin úr meistaraliðnum, sum fer uttanlands
Pætur Mikkjalsson í landsdysti ímóti Týsklandi
 
27.04.2022 - 10:20

Strikuspælarin úr H71, Pætur Mikkjalsson, skiftir til svenskan hondbólt, skrivar h71.fo.

Hann skal komandi kappingarár umboða Amo Handboll, sum spælir í næstbestu svensku deildini. Allsvenskan.

Heimasíðan hjá H71 skrivar, at svenska felagið, sum í fjør bert væntaði eitt stig fyri at flyta upp, setti seg í samband við føroyska strikuspælaran undan play-off dystinum ímóti Týsklandi. 

 - Í Pæturi síggja vit ein spælara við royndum og hugburði, sum kann vera við til at betra dygdina á liðnum í bæði verju og álopi, sigur Amo Handboll í morgun í tíðindaskrivi

Útflyta í stórum stíli

Pætur Mikkjalsson er ein av fleiri spælarum úr meistaraliðnum í Hoyvík, sum nú skal spæla uttanlands.

Fyri bert tveimum døgum síðan varð kunngjørt, at evnaríki vongurin, Janus Dam Djurhuus, fer til ÍBV í Íslandi at spæla, har Dánjal Ragnarsson longu spælir.

Bæði Pauli og Óli Mittún eru eisini á veg útum landoddarnar. Pauli skal spæla við Kristiansand saman við Helga Hoydal, og Óli er á veg til IK Sävehof, har Elias á Skipagøtu telist millum stuðulsspælararnar.

Harafturat fer málverjin, Pauli Jacobsen, til Fraklands, har hann skal spæla við JS Cherbourg Manche, sum spælir í næstfremstu deildini.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Pætur Mikkjalsson roynir seg uttanlands. Hann hevur fyrr spælt við SUS Nykøbing í Danmark og seinast í íslandi við KA á Akureyri, har hann spældi saman við Áka Egilsnes, Allani Norðberg og Nicholas Satchwell. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959