Noreg steingir havnir, men russisk fiskiskip fáa undantøk

Noreg steingir havnir, men russisk fiskiskip fáa undantøk
Stongsilin kemur í gildi 7. mai.
Anniken Huitfeldt er uttanríkisráðharri í Noregi.
Mynd: Aftenposten  
 
29.04.2022 - 13:00

Norska stjórnin ger sum ES og stongir markið fyri russiskum vøruflutningi og havnirnar fyri russiskum skipum.

Russisk fiskiskip sleppa kortini í havn.

Tað merkir, at tvey at trimum russiskum skipum, sum koma inn í Noregi, kunnu halda fram sum fyrr.

- Vit seta í gildi fimta pakkan hjá ES um revsitiltøk. Svaldbard er tó undantikið, tí har er Svaldbard-sáttmálin galdandi, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, við NRK. 

 

Kemur í gildi 7. mai

Eftir fyrra veraldarbardaga, skrivaðu fleiri lond á eini friðarráðstevnu undir sáttmálan, og sáttmálin heimilar teimum ótarnað at virka í Svaldbard-økinum. Noreg kom upp í sáttmálan í 1925 gjøgnum Svaldbardlógina um ræði og myndugleikan í Svaldbard.

Norski stongsilin kemur í gildi næsta vikuskiftið,  7. mai.

- Vit stongja havnir fyri russiskum skipum, undantikið fiskiskip. Tað hevur ES eisini gjørt. Vit gera tað einfalt og lætt at skilja og geva fiskiskipum undantak, sigur norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, við NRK.

 

Fiskivinnusamstarv

Norska stjórnin hevur víst á tørvin fyri undantøkum, og vísir á serliga norsk-russiska samstarvið á fiskivinnuøkinum í Barentshavinum.

- Øll russisk fiskiskip kunnu koma í norska havn, um reiðarin ikki stendur á listanum yvir russarar, har ognirnar eru stongdar í vesturlendskum bankum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur, at hann fer seinnapartin á fund við Bárð Nielsen, løgmann, at tosa um málið, nú Noreg hevur tikið støðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595