Nógvur makrelur í norskum sjógvi

Nógvur makrelur í norskum sjógvi
Nógvur makrelur er nú eisini í norskum sjógvi. Tað vísa kanningar hjá norsku fiskirannsóknarstovuni
Norska skipið, Libas, kannar makrelstovnin í norskum sjógvi fyri norsku fiskirannsóknarstovuna.
 
19.07.2013 - 10:00

Norska fiskirannsóknarstovan kannar makrel og sild og eftir tvær vikur verður boðað frá nógvum makreli og nógvum góðum árgangum, millum annað er árgangurin 2010 sera góður.

Tvey skip, Libas og Eros, gera kanningarnar fyri norsku fiskirannsóknarstovuna. Tey eru ikki liðug enn. Eitt íslendskt skip leitar eisini eftir makreli og sild í íslendskum sjógvi.

Sum heild nógvur makrelur
Føroyar eru somuleiðis við í árligu kanningunum. Og føroyska kanningin endaði fyrr í vikuni. Nótaskipið Finnur Fríði varð leigað til at gera kanningina.

Fyribils úrslitið er, at nógvur makrelur og nógv sild eru í føroyskum sjógvi, munandi meira enn undanfarin ár.

Samanbera útslitini
Hálvan august fara londini at samanbera úrslitini hjá øllum skipunum, sum vóru við í kanningini í summar. Og síðst í august fær ICES niðurstøðurnar og brúkar tær til at gera nýggjar stovnsmetingar av uppsjóvarfiskinum.

ES, sum er við í strandarlandasamstarvinum um uppsjóvarfisk, vil ikki vera við árligu kanningunum hjá Føroyum, Íslandi og Norra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523