Kunnu fara í bretskan sjógv at fiska

Kunnu fara í bretskan sjógv at fiska
Kunngerðin kom í fiskiskapin í gjár
Pison er eitt av frystilínuskipunum. Nú kunnu skipini fara í bretskan sjógv at fiska.
 
12.05.2022 - 08:35

Føroysk skip kunnu nú fara í bretskan sjógv at fiska.

Kunngerðin um fiskiskapin kom í gjár.

Føroysk skip, trolarar og línuskip, kunnu fiska 750 tons av svartkalva, 500 tons av blálongu, 400 tons av hýsu, 300 tons av longu og 30 tons av brosmu.

 

Felags árskvota

1000 tons av rossamakreli verða latin teimum, sum hava loyvi til at fiska heystgýtandi sild í føroyskum sjógvi. 

Í flestu førum er talan um felags árskvotu. Í mesta lagi fýra línuskip kunnu vera til fiskiskap í senn. 

Um fleiri enn fýra skip søkja um fiskiloyvi, fáa fýra skip tríggjar vikur í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938