- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ-maskinan melur víðari - HB snávaði aftur
KÍ hevur framvegis fult stigatal eftir 10. umfar í Betri-deildini við monnum.
Jóannes Bjartalíð skeyt hattrikk í 6-0 stórsigrinum hjá klaksvíkingum á 07 Vestur í dag. Tvey mál komu upp á brotsspark, meðan triðja málið hjá miðvallarinum kom eftir góðan skallara.
Hini málini hjá KÍ skutu Mads Boe Mikkelsen, Valerijs Sabala og Dávid Biskopstø Andreasen.
HB-kreppan versnaði
HB vitjaði á Skála, og hevði trupult við at fáa mál ímóti botnliðnum. Tað eydnaðist í seinna hálvleiki, tá Dan í Soylu skoraði, men seint í dystinum javnaði Pætur Dam Jacobsen til úrslitið 1-1.
HB hevur bert fingið sjey stig í seinastu sjey dystunum, og líkist alt meir einum liði í kreppu.
NSÍ hevði møguleikan at lyfta seg burturúr ringasta botnstríðnum, tá AB vitjaði í Runavík, men teir gulu tóku ikki av.
Argjamenn vóru effektivir, tóku av, tá møguelikarnir vóru har og vunnu, tá samanum kom, ein týðandi 4-1 sigur.
Víkingur og B36 koyra á
Tvey lið, sum hava staðið seg væl í seinastuni, Víkingur og B36, hildu á við góðu gongdini.
Sølvi Vatnhamar skeyt hattrikk, meðan Olaf Bárðarson fekk tvey mál í sannførandi 6-0 sigrinum hjá Víkingi á B68, sum er uttan venjara í løtunu.
B36 kom afturum tíðliga ímóti EB/Streymi í einum dysti, sum sá torførur út frammanundan. Útjavnandi málið kom kortini mestsum beinanvegin, og útiliðið vann til endans 5-1 stórsigur við Margáir.
Betri-deildin, menn. 10. umfar
B68 - Víkingur, 0-6
EB/Streymur - B36, 1-5
07 Vestur - KÍ, 0-6
Skála - HB, 1-1
NSÍ - AB, 1-4