Kvinnuligur meiriluti í býráðnum í Reykjavík

Kvinnuligur meiriluti í býráðnum í Reykjavík
Kommunuval var í Íslandi leygardagin
23 fólk eru í býráðnum í íslendska høvuðsstaðnum, 13 kvinnur og 10 menn.
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.05.2022 - 08:32

Kvinnurnar eru í meiriluta í býráðnum í Reykjavík eftir kommunuvalið í Íslandi leygardagin.

23 fólk eru í býráðnum í høvuðsstaðnum, 13 kvinnur og 10 menn.

Sjálvstæðisflokkurin var størstur á valinum, og sosialdemokratiski flokkurin, Samfylkingin, var næst størstur.

 

Valluttøkan 61 prosent

Stívliga 100.000 fólk høvdu valrætt í Reykjavík, men bara 61,1 prosent brúktu hann.

Annars hevði Framsóknarflokkurin størstu framgongd í øllum landinum á kommunuvalinum leygardagin.

Hann fekk 22 fólk afturat, og hevur nú 67 bý- ella bygdaráðslimir.

Sjálvstæðisflokkurin fór aftur, men er tó framvegis tann størsti við 110 bý- ella bygdaráðslimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115