Rok í bretsku stjórnini: Nú leggur Boris frá sær

Rok í bretsku stjórnini: Nú leggur Boris frá sær
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, steðgar í stundini sum leiðari fyri Konservativa flokkin, men hann verður sitandi sum forsætisráðharri, til ein avloysari er funnin.
Boris Johnson uttanfyri Downing Street nummar 10 tíðliga seinnapartin í dag, har hann boðaði frá, at hann leggur frá sær.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.07.2022 - 13:55

Tað hevur verið sera nógv rok í bretsku stjórnini seinastu dagarnar. Fleiri ráðharrar hava lagt frá sær, og altjóða miðlar hava havt nógvar gitingar um, nær forsætisráðharrin fór ella ikki fór at leggja frá sær. 

Og klokkan 12.30 í dag helt Boris Johnson røðu uttanfyri kendu húsini á Downing Street nummar 10. Har boðaði hann frá, at hann við eitt gevst sum leiðari fyri Konservativa flokkin. Hann verður tó sitandi sum forsætisráðharri, til ein avloysari er funnin.

- Tað er greitt, at tingfólkini hjá Konservativa flokkinum vilja hava ein nýggjan leiðara fyri flokkin og somuleiðis eisini forsætisráðharra, sigur Johnson.

Hann leggur afturat, at hann heldur fram sum forsætisráðharri, til tað er greitt, hvør eftirmaður ella eftirkvinna hansara verður.

Konservativi flokkurin hevur landsfund í oktober. Tá verður væntandi ein nýggjur floksleiðari - og sostatt eisini forsætisráðharri - funnin.

Tað hevur ljóðað, at Theresa May, sum áður hevur verið forsætisráðharri, skal røkja embætið fyribils, men hesum vísir hon aftur sambært Sky News.

Boris Johnson hevur verið forsætisráðharri í Stórabretlandi síðani juli 2019.

Hann hevur sýtt fyri at leggja frá sær, hóast hann í fleiri umførum hevur verið fyri hvøssum atfinningum.

Mongu uppsagnirnar hjá ráðharrunum eru komnar í kjalarvørinum á avdúkingini av, at Boris Johnson skal hava sagt ósatt fyri ráðharrum og fjølmiðlum. Hetta tí, hann hevur sagt seg vera óvitandi um ákærur um kynsligan ágang, sum ein týðandi parlamentslimur hjá konservativa flokkinum skal hava framt. Týskvøldið váttaði Johnson kortini, at hann visti um ákærurnar. Og hetta setti ferð av álvara ferð á politisku gøluna, sum nú er endað við at kosta Borisi Johnson bæði formans- og forsætisráðharrasessin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595