Føroyingur í London: Lukkutíð er luftin turr

Føroyingur í London: Lukkutíð er luftin turr
Líkt er til, at nýtt hitamett verður sett í Bretlandi í dag, nú nógvur hiti er í landinum.
Hitamet verður nokk sett í London í dag, nú hitabylgja herjar. Hitin er turrur, og tað er gott, sigur Dánjal Rein, sum býr í London
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
19.07.2022 - 14:35

Líkt er til, at nýtt hitamett verður sett í Bretlandi í dag, nú nógvur hiti er í landinum.

Tað er serliga har suðuri, at nógvur hiti ger um seg í Stóra Bretlandi í løtuni.

Í gjár vóru 38,1 stig mátað, og gongur tað, sum veðurfrøðingarnir spáa, kann hitin í dag koma upp á 42 stig.

- Lukkutíð er luftin í London turr í løtuni, og tað er kærkomið í øllum hitanum, sigur Dánjal Rein, sum býr í London. 

Í dag er neyvan ein gott hugskot at ganga í frakka og hatti í London, sum Dánjal Rein og mamman, Kristianna Rein, her gera ein væl svaligari dag í bretska høvuðsstaðnum. Myndugleikarnir ráða snøgt sagt fólki frá at gera nakað, sigur Dánjal Rein.
Mynd: Kristianna Rein á Facebook.
 

Hoyr samrøðuna við Dánjal Rein, sum var í tíðindunum á middegi:

danjal_rein

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026