Flyta brandskúlan til Klaksvíkar

Flyta brandskúlan til Klaksvíkar
Skúlin heldur í løtuni til við Áir, men ógreitt er, hvar hann skal vera í Klaksvík
Samgongan ætlar at flyta brandskúlan við Áir til Klaksvíkar.
 
17.08.2022 - 09:05

Enn er ikki greitt, hvar í Klaksvík brandskúlin verður.

Samgongan ætlar at flyta brandskúlan, sum nú er við Áir, til Klaksvíkar.  

Ein arbeiðsbólkur, sum skal arbeiða skjótt, verður í næstum settur at gera tilmæli til Uttanríkis- og  Mentamálaráðið um tilgongd, staðseting, høli, útgerð, brunatrygdarkrøv og annað.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

 

Knýttur at Sjónámi

Hann sigur, at Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur oftari enn einaferð tosað við Klaksvíkar kommunu um staðsetingina.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vónar, at Brandskúlin ikki verður har, sum roykurin frá honum verður ein bági fyri grannar og onnur.   

Jenis av Rana sigur, at mest sannlíkt verður brandskúlin knýttur at Sjónámi, tá hann kemur til Klaksvíkar.  
 

Brandskúlin verður væntandi knýttur at Sjónámi í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334