MT Højgaard-stjóri: Landsverk díkt okkum undir í gerðarrættarmálum

MT Højgaard-stjóri: Landsverk díkt okkum undir í gerðarrættarmálum
- Heldur enn at gjalda sínar rokningar, so hevur Landsverk díkt MT Højgaard undir í gerðarrættarmálum, sigur Sven Mortensen, virkandi stjóri í MT Højgaard, sum gevst í Føroyum
Landsverk hevur kroyst MT Højgaard úr Føroyum við at díkja felagið undir í gerðarrættum heldur enn at gjalda sínar rokningar, sigur Sven Mortensen, virkandi stjóri í MT Højgaard
Mynd: Savnsmynd  
 
25.08.2022 - 18:11

Eftir stór fíggjarlig tap gjøgnum byggivirksemi í Føroyum, hevur MT Højgaard gjørt av niðurleggja virksemið Føroyum og fara av landinum.

Hetta skrivar danska blaðið Licitationen. 

Tað er MT Højgaard, sum hevur havt høvuðsarbeiðstøkuna á útbyggingini av Landssjúkrahúsinum, ið er rættiliga nógv seinkað, og sum Landssjúkrahúsið enn ikki er flutt inní. Tann verkætlanin er tó liðug frá teirra síðu. 

Bert tvær verkætlanir eru eftir í Føroyum, har talan er um 22 íbúðir fyri Bústaðir á Heimasta Horni og ein barnagarð í Gøtu.

Virkandi stjórin í MT Højgaard Føroyar, Sven Mortensen, sigur, at felagið fer at halda sínar skyldur í sambandi við verkætlanirnar, sum eru í gongd og gera tær lidnar.

 

 

Landsverk rindar ikki rokningar

Tað eru tær mongu ósemjurnar við Landsverk um rindan av rokningum, og so tey mongu gerðarrættarmálini, sum Landsverk hevur díkt MT Højgaard undir við, ið eru orsøkin til, at MT Højgaard nú niðurleggur virksemið í Føroyum, sigur Sven Mortensen, virkandi stjóri. 

- Vit fáa ikki ikki so frægt pening fyri tað, sum vit eru samd við Landsverk um, at vit skulu hava, tíansheldur tað, sum vit eru ósamd í, sigur Sven Mortensen í viðmerking til Kringvarpið.

Hann vil tó ikki vil gera bandaða samrøðu um málið í dag.

Danski stjórin kallar tað, ið Landsverk ger, fyri "likviditetsafpresning", sum á føroyskum er gjaldføristvingsil.

 

RTS Contractors taka yvir virksemið 

Virksemið hjá MT Højgaard steðgar tó ikki heilt, men heldur fram í gjøgnum RTS Contractors, sum er dóttirfelag hjá MT Højgaard, hagar starvsfólk, útgerð og byggitilfar verða avhendað til.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at MT Højgaard snarar lykilin um í Føroyum. Fyri fleiri árum síðani stongdi byggifelagið deildina í Føroyum, men kom so aftur nøkur ár seinni. 

Sigurð Ó. Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki

 

Landsverk frásigur sær ábyrgd

Landsverk ásannar ósemjur, men sigur seg ikki hava ábyrgdina av, at byggifelagið MT Højgaard fer av landinum.

Tað sigur Sigurð Ó. Vang, leiðari á Verkætlanardeildini hjá Landsverki.

Landsverk_um_MT_Hojgaard_25082022

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357