Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar
Nýggj veljarakanning vísir, at somu flokkar, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum í løtuni eru umboðaðir á fólkatingi, varðveita sessirnar
Veljarakanning vísir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita fólkatingssessirnar
 
27.08.2022 - 10:56

Ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti hjá Portalinum, vísir, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin varðveita sessir sínar í danska fólkatinginum.

Í kanningini hevur Sambandsflokkurin stóra afturgongd og Javnaðarflokkurin stóra framgongd, men hesir báðir flokkarnir vinna tó sannførandi á hinum báðum stóru í kappingini um fólkatingsessirnar.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 31,5 prosent av atkvøðunum og Sambandsflokkurin 23,7 prosent, meðan Tjóðveldi og Fólkaflokkurin eru væl aftanfyri við ávikavist 18,6 og 16,5 prosentum.

Enn eru tó nakrir veljarar eftir at kappast um, tí kanningin vísir, at níggju prosent av veljarunum ikki hava tikið støðu til, hvør skal fáa atkvøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342