Danski verjumálaráðharrin hittir Nato-aðalskrivaran um gassleka

Danski verjumálaráðharrin hittir Nato-aðalskrivaran um gassleka
Trý hol er á gassleiðingunum Nord Stream 1 og Nord Stream 2 við Bornholm
Gass lekur úr trimum holum á gassleiðingunum úr Russlandi. Talan er ikki um óhapp, men um sabotasju, siga danskir og svenskir myndugleikar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.09.2022 - 08:40

Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, er á veg til Brússel, har hann skal hitta NATO-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg. Teir báðir skulu umrøða gasslekan í Eystrasalti.

Danskir myndugleikar og svenskir myndugleikar vilja vera við, at talan var um eina atsókn við beráddum huga, tá trý hol komu í gassleiðingarnar, Nordstreem 1 og Nordstreem 2, við Bornholm.

Leiðingarnar liggja á 70 til 90 metra dýpi, 10 fjórðingar úr landi.

Myndugleikarnir taka støðuna í størsta álvara, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen:

 

28092022_Mette

 

 


Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi í gjárkvøldið um gasslekan í Eystrasalti. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Myndugleikarnir halda ikki, at vandi er á ferð fyri fólk á Bornholm, hóast gass lekur úr holunum.

Roknað verður við, at gass fer at leka úr leiðingunum í nakrar dagar, kanska í eina viku.

Tað fer neyvan at bera til at fáa greiði á orsøkini til tær tríggjar spreingingarnar, fyrr enn gasslekin er tettur.

Herskip og umhvørvisskip eru á leiðini, har gasslekin er, og tey royna at halda skip og bátar burtur frá leiðini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523