Ódn elvdi til stóran skaða í Tasiilaq í Grønlandi

Ódn elvdi til stóran skaða í Tasiilaq í Grønlandi
Hjørdis Viberg, økisleiðari í kommununi, sigur, at brúk er fyri meiri byggitilfari, um allar skaðarnir skulu bøtast, áðrenn veturin kemur.
Ódnin gjørdi stóran skaða á hús í Tasiilaq (Mynd: Sermitsiaq)
 
05.10.2022 - 14:02

Ein ódn í eysturgrønlendska býnum Tasiilaq gjørdi stóran skaða næstseinasta vikuskifti, men tað er eingin trygd fyri, at alt tað, sum skal brúkast til at umvæla skaðarnar, kemur til býin, áðrenn veturin byrjar.

Hjørdis Viberg er økisleiðari hjá kommununi í Tasiilaq. 

 

Hjørdis Viberg er økisleiðari í kommununi í Tasiilaq. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Hon sigur, at seinasta farmaskipið í ár kemur til Eysturgrønlands 5. november við byggitilfari, men brúk er fyri einum eyka farmaskipi við meira byggitilfari í desember, um allir skaðarnir skulu bøtast, áðrenn veturin av álvara byrjar, og tað vænta tey at fáa í lag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

05102022_Tasiilaq


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360