Eitt landslið í útlegd

Eitt landslið í útlegd
Í mars rýmdu ukrainsku landsliðsspælararnir undan krígnum til Týsklands. Í annaðkvøld taka teir ímóti Føroyum í EM-undankappingardysti í Aschaffenburg í Týsklandi
Ukrainska landsliðið í hondbólti, sum rýmdi undan krígnum í mars, heldur til í Týsklandi
 
11.10.2022 - 11:58

Í mars noyddi russiska innrásin í Ukraina Vyacheslav Lochman, ella Slava, sum hann verður nevndur, í útlegd.

Saman við familjuni rýmdi hann undan bumbunum í høvuðsstaðnum, Kyiv, til Grosswallstadt í Untermain-landspartinum í Týsklandi, har hann spældi hondbólt fyri nógvum árum síðan.

 - Tú vaknar klokkan hálvgum fimm av bumbubrestum, og brádliga er einki, sum tað plagdi at vera, segði Slava Lochman við handball-world.news.

Í morgin stendur Slava Lochman á odda fyri ukrainska hondbóltslandsliðnum, sum tekur ímóti Føroyum - ikki í Ukraina - men í Aschaffenburg í Týsklandi.

Spælarar í útlegd

Góð ráð vóru dýr, tá ið kríggið brast á tíðliga í vár. Slava Lochman gjørdi skjótt av og fekk útvegað øllum landsliðsspælarunum serloyvi frá ukrainska ítróttarráðnum at vera við í venjingarlegu í Großwallstadt. Har var bústaður útvegaður til spælararnar og familjur teirra. Seinni fingu fleiri teirra - saman við eini 9.000 ukrainskum flóttafólkum - bústað í Düsseldorf.

Seinni fekk ukrainska hondbóltsfelagið HC Motor Zaporizhziha, ið, sum navnið eisini sigur, liggur í einum av stóru stríðsøkjunum í Ukraina, pláss í næstbestu týsku hondbóltsdeildini. Har skal felagið, sum er mannað við fleiri av spælarunum í ukrainska landsliðshópinum, spæla hetta kappingarárið.

Seks dystir eru spældir higartil, og HC Motor Zaporizhziha hevur vunnið ein og tapt fimm higartil.

Blátt og gult

Nakrir av landsliðsspælarunum spæla í øðrum evropeiskum feløgum, men nú gleða teir seg at umboða Ukraina í landsdysti móti Føroyum.

 - 12. oktober vilja vit vísa, at vit eru til enn. At Ukraina er til enn. Men vit vilja eisini vinna dystin og komandi dystirnar eisini. Hetta er ikki bert málið hjá hondbóltinum, men øllum ítrótti í Ukraina. Soleiðis kunnu vit vísa heiminum, at eisini vit berjast fyri friði og frælsi, sigur venjarin, Slava Lochman.

 - Eg eri errin av aftur at umboða land mítt í landsdysti. Eg dugdi ikki at ímynda mær, hvussu mín yrkisleið fór at hátta seg, tá ið eg rýmdi úr Ukraina, men her í Großwallstadt kenni eg meg væl, og nú gleði eg meg til at fara á vøllin í bláum og gulum, sigur Levgan Zhuk, sum spælir við TV Großwallstadt, sum liggur á sætta plássi í næstbestu týsku deildini.

Dysturin millum Føroyar og Ukraina verður mikukvøldið, og Kringvarpið vísir dystin beinleiðis frá 18.50.


Helgi Hoydal leysur í landsdysti ímóti Ukraina í Kyiv 10. mars í 2021
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. oktober
Vikuskiftið 18. okt. 2024
182282
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur fríggjadagur 18. oktober 2024
182272
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur mikudagur 16. oktober 2024
182269
Fríggjadag 18. oktober
Breddin: Suðuroyartunnilin og amerikanska valið
182264
Fríggjadag 18. oktober
Morgunlestur hósdagur 17. oktober 2024
182254
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. oktober
Kom á val 01
182263
Fríggjadag 18. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182249
Fríggjadag 18. oktober
Veðrið
182278
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120