- Vit mangla røturnar

- Vit mangla røturnar
Eg eri sannførd um, at orsøkin, til at alt gongur av skriðuni í heiminum, er, at vit hava gloymt røturnar. Vit hava gloymt, hvaðan vit koma.
 
25.10.2022 - 11:07

Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, sum seinastu tíðina hevur verið á námsferð kring um í Føroyum, tí hon vil vita meira um slaktið.

Sjálv er hon ikki uppvaksin við seyðahaldi, so hon veit ikki serliga nógv um fletting og upptak, men nú hon sum sniðgevi arbeiðir við ullini, sum hon hevur stóran alsk til, helt hon tað vera neyðugt at vita meira um seyðin eisini.

- Um eg skal brúka ullina, er tað týdningarmikið at eg veit, hvaðan ullin kemur, og fyri at finna út av hesum, má eg tosa við eigaran av seyðinum. Eg kann illa bara hava áhuga fyri skræðuni so at siga, tí eg má vita nakað um allan seyðin, og tað er ein av orsøkunum til, at eg eri farin undir hetta.

 

Málið er at gera eina røð av poddum, sum snúgva seg um henda part av okkara mentan og tosa við nógv ymisk fólk, sum vita eina rúgvu um hetta, hóast tey als ikki nýtast at vera samd fyri tað.

- Eg havi ongantíð havt nakað við seyð at gera, og endamálið hjá mær er at fáa hesa vitan út til teirra, sum kanska hava størri áhuga fyri poddvarpi enn fyri seyðahaldi og slakti.

 

  

Vit skulu tó bíða eina løtu afturat, áðrenn vit sleppa at hoyra hesar poddar, tí Sissal er ikki meira enn farin í gongd við verkætlanina.

1557917

 

Myndirnar eigur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025