Maður undir illgruna fyri russiska njósning tók prógv í Kanada

Maður undir illgruna fyri russiska njósning tók prógv í Kanada
Norska trygdarløgreglan sigur, at brasilski maðurin er undir illgruna fyri at arbeiða í Noregi undir følskum samleika
Norska trygdarløgreglan sigur, at høvuðsuppgávan hjá handtikna manninum var at savna upplýsingar til russisku fregnartænastuna.
 
26.10.2022 - 11:15

Lærdi háskúlin í Calgary í Kanada váttar, at brasilski maðurin, sum er handtikin í Noregi, undir illgruna fyri at njósnast fyri Russland, fekk master-prógv á skúlanum.

Kanadiska kringvarpið, CBS, hevur fingið váttað frá skúlanum, at José Assis Giammaria tók í 2018 master í umsiting og strategiskum vísindum.

Undan tí tók hann bachelor í stjórnmálafrøði, við áherðslu á altjóða samskifti í Kanada.

 

Arbeiðir í Tromsø

Giammaria var handtikin mánadagin, tá ið hann var á veg til arbeiðis á lærda háskúlanum í Tromsø, har hann søkti og fekk starv sum granskari í arktiskari trygd.

Leiðarin fyri norsku trygdarløgregluna, PST, sigur, at Gimmaria er undir illgruna fyri at arbeiða á lærda háskúlanum undir følskum samleika. 

Høvuðsuppgávan hjá honum í Noregi er at savna upplýsingar til russisku fregnartænastuna, sigur PST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV