Beinleiðis valfundur á Glasi í Havn klokkan 10

bannari
Beinleiðis valfundur á Glasi í Havn klokkan 10
Glasir í Havn er fyrrapartin karmur um valfund, sum verður sendur beinleiðis í útvarpinum, sjónvarpinum og her á heimasíðuni
Næmingarnir á Glasi er við at koma upp á pláss, so klárt er til valfundin í størsta miðnámsskúla í landinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2022 - 09:21

Fimti valfundurin undan fólkatingsvalinum er nú fyrrapartin á Glasi í Havn. 

Klokkan 10 fara valevni fyri allar seks flokkarnar, ið stilla upp til fólkatingsvalið, at leggja sínar ætlanir við fólkatingssessunum fram. 

Valdekningurin í Kringvarpi Føroya hevur verður skipaður soleiðis, at annan hvønn dag hevur tað verið Andglettur í Studio 3 í Sortudíki, og annan hvønn dag er tað valfundur úti um landið.

Síðsti Andgletturin var í gjár, og nú er bert valfundurin í Glasi í dag og so stóri veljarafundurin í Runavík sunnudagin eftir í valdekninginum hjá Kringvarpi Føroya undan valinum mánadagin. 

Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:

  • Fríggjadag 28. oktober: Valfundur, Glasir í Havn
     
  • Sunnudagur 30. oktober: Stórur valfundur í Løkshøll í Runavík.
     
  • Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum

 

Síggj valfundin í Glasi í Havn her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595