Fólkaflokkurin hevur ongar viðmerkingar fyribils

Fólkaflokkurin hevur ongar viðmerkingar fyribils
Floksleiðslan hevur fund seinni í dag um støðuna
Beinir Johannesen er formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2022 - 10:32

- Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit eru sera hørm um, at formaður floksins hevur avgjørt at leggja frá sær.

Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, í tíðindaskrivi.

Hann sigur, at nú verður farið at viðgera álvarsligu støðuna hjá flokkinum innanhýsis í floksleiðsluni seinni í dag.

- Til tann viðgerðin er liðug, neyðugar avgerðir tiknar og nýggjur floksformaður valdur, hava vit ikki fleiri viðmerkingar til støðuna, sigur Beinir Johannesen.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334