Flemish Cap bøtir um avreiðingartølini

Flemish Cap bøtir um avreiðingartølini
Veiðan hjá línuskipunum á Flemish Cap bøtir um avreiðingartølini fyri tosk. Tað vísa tølini fyri sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár, sambært hagstovuni
Fiskiskapurin á Flemish Cap bøtir um samlaðu avreiðingartølini fyri tosk.
 
23.08.2013 - 11:03

Í tølunum sæst, at til og við mai í ár var nøgdin av toski, sum varð avreidd, munandi lægri, men nú vísa tølini, at nøgdin av toski er nakað størri enn í fjør.

Hetta kemst av, at toskurin, sum línuflotin veiddi við Flemish Cap í summar, er farin um avreiðingarskipanina.

Avreiðingartølini fyri mánaðirnar januar til juli vísa, at ein fjórðingur minni er avreiddur av botnfiski, og samlaða virðið er lækkað ein triðing í mun til somu mánaðirnar í fjør.

Serliga er minni av upsa avreitt í ár, men eisini tá tað kemur til brosmu og longu; meðan munandi meiri av hýsu er komin upp á land í ár; her skal sigast, at hýsunøgdin hevur verið sera lág seinastu árini, skrivar hagstovan.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375