Ætla ikki at lata sendistovu í Russlandi aftur

Ætla ikki at lata sendistovu í Russlandi aftur
Spurningurin er eisini tengdur at útlitunum fyri gongdini í samstarvi og samhandli millum Føroyar og Russland
Hákun J. Djurhuus er føroyskur sendimaður í Moskva
 
17.11.2022 - 08:23

Eingin ætlan er í løtuni um at lata føroysku sendistovuna í Russlandi aftur.

Tað sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið í svari til fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Men fylgt verður við gongdini og mett verður áhaldandi um støðuna. 

Spurningurin er eisini tengdur at útlitunum fyri gongdini í samstarvi og samhandli millum Føroyar og Russland.

 

Eingin handilssáttmáli fyribils

Arbeiðið hjá sendistovuni í Moskva fyri handilssáttmála við Evro-asiatiska búskaparsamveldið er fyribils steðgað.

Einasta land, sum hevur latið sendistovu sína í Russlandi aftur, er Ukraina, sum kvetti øll diplomatisk sambond sama dag, sum Russland gjørdi innrás, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið. 

Um ætlaðu sendistovuna í Washington verður sagt, at fyrireikingarnar eru byrjaðar, men eingin fígging er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595