Málið útsett, tí ákærdi møtti ikki í Landsrættinum

Málið útsett, tí ákærdi møtti ikki í Landsrættinum
Rættarfundurin í Eystara landsrætti, sum skuldi vera í Havn í gjár, var útsettur til í vár, tá Landsrætturin kemur aftur til Føroya, tí tann eini, sum er ákærdur, møtti ikki
 
01.12.2022 - 18:30

Tað hevði hann boðað verja sínum frá. Hann hevði, sambært ákæruvaldinum, ikki lógligt forfall. Maðurin er dani og er í Danmark. 

Talan er um stóra hassjmálið frá juni í ár, tá 9,3 kilo av hassji komu til Føroya. 

Trý fólk, ein kvinna og tveir menn, vóru dømd í Føroya rætti 7. september. Kvinnan fekk eitt árs og tríggjar mánaða fongsulsrevsing. Hon kærdi alt fyri eitt til Landsrættin við kravi um frídøming. Menninir, annar dani og hin føroyingur, fingu hálvtannað ár og tvey ár.

Allir dómarnir eru treytaleysir. Danin játtaði seg sekan í Føroya rætti.

Ákæruvaldið fór í Landsrættin við øllum trimum dómum. Ákæruvaldið vil hava tey trý dømd eftir revsilógini, tí talan er um grovt lógarbrot. Revsilógin gevur heimild til harðari revsing enn lógin um euforiserandi evni, sum fólkini eru dømd eftir.

Føroyingurin hevur verið í varðhaldi síðani 13. juni. Varðhaldsfongslingin var longd í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763