Sóknarprestur: Tørvur er á kapellinum á Landssjúkrahúsinum

Sóknarprestur: Tørvur er á kapellinum á Landssjúkrahúsinum
Kjak er millum prestar og biskup um kapellið, sum læt aftur, tá korona fór at ganga
Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2022 - 18:02

- Navnið er ikki so avgerandi, men fólk hava tørv á einum rúmi at savnast í á Landssjúkrahúsinum. 

Tað sigur Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprestur, nú spurningur er reistur, um tørvur er á einum kapelli til jarðarferðir á Landssjúkrahúsinum.

Kapellið læt aftur fyri hálvum triðja ári síðani, tá korona fór at ganga.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, segði við útvarpið fyrr í vikuni, at tørvur er ikki á kapellinum til jarðarferðir.

Theodor Eli Dam Olsen heldur, at tað er ein serstøk løta, tá lokið verður lagt á kistuna, og tí er gott at hava umstøður til tað á Landssjúkrahúsinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

02122022_Theodor_Eli


 

Soleiðis sær út á kapellinum á Landssjúkrahúsinum í løtuni. Tað hevur ikki verið brúkt sum kapell, síðani korona fór at ganga. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523