Ákærdu yvirgangsmenninir í Belgia fyri rættin

Ákærdu yvirgangsmenninir í Belgia fyri rættin
Fuglfirðingurin Sólfinn Hansen var millum teirra, sum vóru á Malbeek-metrostøðini í Brússel, tá ein bumba brast
Sólfinn Hansen var staddur á Malbeek-metrostøðini í Brússel, tá bumban brast, men hann kom skjótt fyri seg aftur. Henda myndin er tikin í floghavnini í Kastrup, tá Sólfinn var á veg aftur til Føroya nakrar dagar eftir atsóknina.
 
05.12.2022 - 13:40

Rættarmálið um yvirgangsálopið í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel, í 2016 byrjaði í dag. 

Tveir sjálvmorðsbumbumenn sprongdu 22. mars 2016 seg sjálvar í luftina á flogvøllinum í býnum, og ein triði sprongdi eina bumbu í metroini á Maalbeek-støðini.

Islamski yvirgangsfelagsskapurin, IS, tók ábyrgdina av álopunum.

 

Verjar tosa við nakrar av teimum ákærdu, áðrenn rættarfundurin var settur í morgun. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Teir tríggir gerningsmenninir eru ikki á lívi meira, men 10 onnur eru ákærd fyri at hava hjálpt til í atsóknini.

Í atsóknini í Brússel lótu 32 fólk lív og 300 fingu skaða.

Ein av teimum, sum var staddur á Maalbeek-metrostøðini, var fuglfirðingurin Sólfinn Hansen. Hann fegnast um, at gerningsmenninir nú eru drignir til svars.

Hoyr samrøðu við Sólfinn Hansen í útvarpstíðindunum:

 

05122022_Solfinn_Hansen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980