Søkja eftir fylgjara til dialysusjúkling um suðuroyarfjørð

Søkja eftir fylgjara til dialysusjúkling um suðuroyarfjørð
Freistin at koma við tilboði er 19.desember
Tænastan umfatar ferðina, meðan sjúklingurin er um borð á Smyrli ella Herjólfi III.
 
14.12.2022 - 09:15

Landssjúkrahúsið søkir nú eftir fólki at fylgja dialysusjúklingi av Tvøroyri til Havnar og suður aftur.

Sambært Keypsportalinum umfatar uppgávan at veita fylgjara, ikki heilsufakligan, til ein sjúkling, sum hevur dialysuviðgerð fyri neyðini. 

Tænastan umfatar ferðina, meðan sjúklingurin er um borð á Smyrli ella Herjólfi III.

Freistin at koma við tilboði er tann 19.desember. Vinnarin verður, sambært Keypsportalinum, kunngjørdur dagin eftir.

 

Niels Pauli Midjord er dialysusjúklingur, og hann noyddist at vera á Landssjúkrahúsinum drúgva tíð, tí eingin var at fylgja honum um Suðuroyarfjørð. Nú søkir Landssjúkrahúsið eftir fylgjara. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523