Tvær kommunur fáa hjálp frá ungum

Tvær kommunur fáa hjálp frá ungum
Í Fuglafirði og á Vága kommunu sleppa tey ungu at geva býráðnum góð ráð
Ungómsráðið í Vága kommunu.
 
25.12.2022 - 10:18

Fyri aðru ferð eru ungdómsumboð vald í Fuglafjarðar kommunu.

Fýra fólk eru vald, tey eru Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg. Tey eru vald fyri eitt ár.

Tey eru millum annað ráðgevar hjá leiðaranum hjá ungdómstilboðnum í kommununi og koma við uppskotum um ungdómsmál.

11 ung í Vágum

Vága kommuna hevur eisini fingið eitt ungdómsráð.

Í tí eru 11 fólk, sum umboða ítróttarfeløgini, frítíðarfeløgini, samkomur, skúlar og ungdómshúsið.

Harafturat var heitt á ung í kommununi um at stilla upp til ráðið, so onnur, sum ikki umboða ein felagsskap, eisini hava fólk í ráðnum.

Ætlanin er, at ungdómsráðið nakrar ferðir um árið hevur fund við borgarstjóran og við býráðið um mál, sum hava ávirkan á lívið hjá teimum ungu í Vága kommunu. Ungdómsráðið skal eisini hoyrast í slíkum málum.Í

Í Vága kommunu eru Dagmar Djónadóttir, Pætur Akselsen, Búi Falkvard Nielsen, Durita Vón Vidfeldt, Ísak Johannesen, Emma Vilhelmsdóttir, Vígdis Wang Jacobsen, Jóhanna L. Kjelnes, Lív Ina Wiberg, Sofía Heðinsdóttir og Markus Árnason Samuelsen í Ungdómsráðnum.  

 

Í Fuglafirði eru Mildrið Hammer Abrahamsen, Kaja Poulsdóttir Toftegaard, Henny Vík og Regin Taye Lassaberg ungdómsumboð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563