- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: Hesar eru mest lisnu søgurnar í 2022
Árið 2022 nærkast endanum. Og her taka vit stutt samanum tær søgur, sum myndaðu árið.
Hesar eru mest lisnu og mest vitjaðu søgurnar á heimasíðu okkara í 2022.
1: VIDEO: Ruðuleiki valdaði í Klaksvík
Vandi var á ferð, tá tvey stór áarlop vóru í Klaksvík mánadagin 19. desember.
Ruðuleiki valdaði í býlinginum undir Brúnni, har ein maður endaði undir skriðuni, men var grivin leysur.
Fleiri myndir av skaðunum eru á leinkjuni omanfyri.
2. Bilar skolaðir oman á Kirkju
Í januar í ár herjaði eisini øgiligt kava- og ódnarveður.
Tað hevði millum annað við sær, at tveir bilar vóru skolaði oman á Kirkju í Fugloy.
3. Eyðun Nolsøe endaði undir skriðuni: "Eg eri heppin at vera á lívi"
Eisini triðmest vitjaða greinin á heimasíðu okkara snýr seg um áarlopið í klaksvík fyrr í hesum mánaðinum.
Eyðun Nolsøe stóð uttanfyri og gróv ein bil leysan, tá ið hann endaði undir skriðuni, sum rakti býlingin undir Brúnni í Klaksvík.
Lukkutíð vóru grannarnir nær við og kundu koma Eyðuni til hjálpar. Sí myndir og hoyr samrøðu við Eyðun á leinkjuni omanfyri.
4. TRÓNDUR KENNIR SEG MISNÝTTAN
Í januar vóru óvanliga nógvir glasfuglar, sum kendi listamaðurin Tróndur Patursson hevði gjørt, at síggja á teimum ymsu rótikassunum á Facebook.
Talan var um hópframleiddar glasfuglar, sum vóru gjørdir á glasverksmiðju í Danmark, og glasfuglarnir vóru gjørdir í samband við jólagávur hjá størri fyritøkum at geva sínum starvsfólkum.
Og tí kendi listamaðurin seg snýttan, tá fuglarnir vóru seldir fyri ovurprís á sosialu miðlunum.
Ein annars púra vanligur sunnudagur fyrst í juli gjørdist ein sorgardagur, tá ein maður skeyt frá hond í handilsmiðstøðini Fields á Amager.
Trý fólk vóru dripin, meðan fleiri vóru álvarsliga løstað.
Nógv fólk vóru stødd í handilsmiðstøðini, tá skottilburðurin fór fram. Millum annað Jón Simonsen og familja hansara.
- Børn koma skríggjandi og ýlandi út úr biografinum, og vit byrja at smárenna. Tá hoyra vit, at tað verður sagt, at onkur skjýtur, segði Jón Simonsen millum annað í samrøðu við Kringvarpið.
6. Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring og fer frá sum landsstýrismaður
Í februar frættist, at táverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Hetta hevði við sær, at hann legði frá sum landsstýrismaður.
- Eg hevði drukkið um kvøldið, og morgunin eftir fór eg óumhugsað í bilin og koyrdi at keypa morgunbreyð. Varð steðgaður av løgregluni, sum bað meg blása og vísti mær so, at har stóð "positiv", segði Jørgen Niclasen tá við vp.fo.
Kringvarpið bar eisini søguna, sum skuldi vísa seg at vera ein hin mest lisna í 2022.
7. Frá KVF til Føroya fólk í 2021: "Haldið okkum til góðar."
Tað er ikki altíð, at alt gongur, sum tað skal. Soleiðis er sanniliga eisini við sjónvarpsframleiðslu. Og mistøkini eru mangan heldur skemtilig.
Fyrst í januar løgdu vit skemtiligt videobrot á heimasíðu okkara við sjónvarpskiksum frá undanfarna árinum.
Videobrotið sæst í leinkjuni omanfyri.
8. VIDEO: Brimið fór við trappugrótinum við Gjógv
Er tað nakað, sum fólk í Føroyum tykjast áhugað í, so er tað veðrið. Og tað merkir av álvara mest lisnu søgurnar í ár.
Ódnarveðrið í januar gjørdi stóran skaða kring alt landið. Eisini við Gjógv.
Serliga trappugrótið, sum hevur staðið niðri í fjørini síðani upphav Føroya, stóð ikki longur eftir ógvusliga ódnarveðrið í januar.
Ein vanlukka og ein stórur missur fyri bygdina helt gjáarmaðurin, Asfinn Sigvardsen. Fleiri myndir og samrøða við Asfinn síggjast á leinkjuni omanfyri.
9. G!: Síðsta, sorgblíða SIC-konsertin
Nógv fólk møttu upp til síðstu konsertina hjá tungmálmsbólkinum SIC á ársins G!-festivali.
Konsertin var ein kvøða til falna oddamannin í SIC, Mikkjal Gaard Hansen, sum tók seg av døgum í fjør.
Og tað var av sonnum ein rørandi løta. Ikki minst tí Bartal G. Simonsen, sum er sonur fyrrverandi oddamannin, stóð á odda fyri SIC.
Myndir og ummæli av síðstu konsertini hjá SIC finnast á leinkjuni omanfyri.
10. 10 kvinnur hava meldað ein massør
Í januar í ár frættist, at 10 kvinnur høvdu meldað eina massaguklinikk í Havn fyri ónærisligan atburð.
Hetta varð greitt nærri frá í Degi og viku, og so gjørdist tað eisini ein av mest vitjaðu greinunum á heimasíðu okkara.
Á leinkjuni omanfyri sæst tíðinda-innslagið frá Degi og viku.