Donsk realkredittlán eru vorðin væl umtókt í Føroyum

Donsk realkredittlán eru vorðin væl umtókt í Føroyum
Tey komu í 2006. Og tað árið skyldaðu føroysk húsarhald 150 mió. kr. í donskum realkredittstovnum. Nú eru lánini farin upp um fýra milliardir
Lán hjá húsarhaldunum í Føroyum.
Mynd: Landsbankin.  
 
01.01.2023 - 15:50

Føroyingar hava veruliga tikið til sín møguleikan at taka donsk realkredittlán.

Tey komu í 2006. Og tað árið skyldaðu føroysk húsarhald 150 mió. kr. í donskum realkredittstovnum.

Í oktober í fjør var skuldin har fýra milliardir. 

Tað sigur Landsbankin í frágreiðing sínari um fíggjarliga støðufestið í triðja ársfjórðingi 2022.

Stórur vøkstur

Í 2006 høvdu føroyingar 169 realkredittlán.

Í 2021 er talið 2.680.

Stór lán, lán millum tvær og tríggjar milliónir krónur, eru ikki so nógv, 463 í 2021.

86 lán vóru størri enn tríggjar milliónir krónur.

Tey vóru bara fimm í 2011.

Bústaðir í Føroyum eru vorðnir nógv dýrari seinastu árini, sigur Landsbankin.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659