Heilsutrygd søkir eftir átta kommunulæknum

Heilsutrygd søkir eftir átta kommunulæknum
Størvini skulu setast 1. mars
Nú verður enn einaferð roynt at fáa kommunulæknar í fast starv.
 
01.01.2023 - 16:45

Heilsutrygd søkir nú aftur eftir kommunulæknum.

Átta størv eru leys at søkja. 

Tey verða sett 1. mars ella eftir nærri avtalu við Heilsutrygd.

Í Suðuroyar læknadømi eru trý størv, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey størv, annað í Heilsudeplinum við Skálafjørðin, sum er  í Runavík, og hitt er fyribils staðsett í viðtaluni á Strondum.

Í Vestmanna læknadømi er eitt starv í Kollafirði.

Í Suðurstreymoyar læknadømi eru tvey størv, annað er í Gundadali og hitt í Miðlon.

Umsóknarfreistin er til mikudagin 18. januar á middegi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454