Kunngera uppskot um grønlendska grundlóg í vár

Kunngera uppskot um grønlendska grundlóg í vár
Endamálið er, at uppskotið, sum skal leggjast fyri landstingið, skal vera grundlógin hjá einum sjálvstøðugum Grønlandi
Ineqi Skourup Kielsen hevur verið formaður í grønlendsku grundlógarnevndini.
Mynd: Sermitsiaq  
 
13.01.2023 - 10:16

1.apríl verður uppskotið um grønlendska grundlóg kunngjørt.

Tað sigur grønlendska landsstýrið í tíðindaskrivi.

Arbeiðið verður gjørt liðugt uttan teir seks nevndarlimirnar, sum fóru úr nevndini um ársskiftið.

Arbeiðssetningurin hjá grundlógarnevndini var gjørdur í mars 2019.

 

Evstamarkið flutt fleiri ferðir

Avgerðin um nevndina var tikin longu í 2016.

Fyrsta evstamark hjá nevndini var 21.juni - tjóðardagin - í 2021.

Men korona gjørdi, at tað markið er flutt meira enn einaferð.

Endamálið er, at uppskotið, sum skal leggjast fyri landstingið, skal vera grundlógin hjá einum sjálvstøðugum Grønlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179