Skeivt at skráseta fólk, sum hava samband við politikarar

Skeivt at skráseta fólk, sum hava samband við politikarar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur stig tikið til fund við peningastovnarnar um skráseting av privatum viðurskiftum
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer at hava fund við peningastovnarnar um krøvini, sum teir seta fólki í sambandi við hvítvasking av peningi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.01.2023 - 18:00

Tað er als ikki í lagi, at peningastovnarnir skulu skráseta øll møgulig fólk, sum onkursvegna hava samband, ella eru í familju við politikarar, í sambandi við hvítvasking av peningi. 

Tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Hann hevur tikið stig til ein fund við peningastovnarnar, har hann fer at taka málið upp, sum Rúna Sivertsen vísti á í útvarpstíðindunum leygarkvøldið.

 

Rúna Sivertsen er næstforkvinna í Sjálvstýri.

 

Hon hevur fingið boð frá peningastovni sínum um at lata upplýsingar og fáa skrásett so at siga alla familjuna hjá sær í sambandi við hvítvasking. Rúna Sivertsen er næstforkvinna í Sjálvstýri, sum í løtuni ikki hevur umboð í løgtinginum:

 

23012023_Runa_Sivertsen

 

Høgni Hoydal er samdur við Rúnu Sivertsen, um at hetta er at fara alt ov víða hjá peningastovnunum eftir persónligum upplýsingum:

 

23012023_Hogni_Hoydal

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162