Mótmælisgongur móti nýskipanum í Fraklandi

Mótmælisgongur móti nýskipanum í Fraklandi
Franska stjórnin ætlar m.a. at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár
Mótmælini í Fraklandi eru longu byrjað.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.01.2023 - 08:51

Aðalverkfall og mótmælisgongur fara at leggja partar av franska samfelagnum lamið í dag, nú stjórnin fyrireikar nýskipanir.

Væntandi fara ein millión fólk um alt landið út á gøturnar at mótmæla í dag, sigur ein løgreglukelda við AFP.

Franska stjórnin ætlar at hækka pensjónsaldurin úr 62 upp í 64 ár, og at fólk skulu arbeiða longur, um tey vilja taka út alla pensjónina. 

 

Aðalverkfallið rakar eisini samferðsluna í Fraklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fyrr í hesum mánaðinum vóru 1,1 millión fólk úti á gøtunum og mótmæltu, og tað er størsta mótmælistiltak, síðani nýskipanir seinast vóru á skránni í 2010.

Fyri fraklendingar merkir tað, at teir í dag mugu finna aðrar møguleikar fyri at koma til arbeiðis og at ansa børnum sínum, tí m.a. arbeiðsfólk í samferðslu- og útbúgvingargeiranum fara í verkfall í dag.

Í meiningakanning frá OpinionWay í gjár svaraðu 61 prosent, at tey taka undir við mótmælunum móti ætlaðu nýskipanini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283