Brúksskylda á uppsjóvarkvotu til línu- og garnaskip

Brúksskylda á uppsjóvarkvotu til línu- og garnaskip
Hóast veiðiloyvið nú aftur er knýtt at stálinum, hava línu- og garnaskip havt undantak í lógini, men tað skal broytast, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskvinnumálum.
 
09.03.2023 - 11:35

Brúksskylda skal aftur leggjast á uppsjóvarkvotur, sum verða latnar línu- og garnaskipum

1. januar 2022 var veiðiloyvið aftur knýtt at stálinum, og tað hevði avleiðingar fyri tey línuskip og garnaskip,  sum høvdu fingið makrelkvotu sum stuðul frá landinum.

Nú høvdu tey skyldu at fiska 60 prosent av kvotuni.

Men linuskip fiska ikki makrel, og Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður, gjørdi tí eitt undantak í lógini, so brúksskyldan ikki er er knýtt at makrelkvotunum, sum línuskip og garnaskip fáa. 

Men hetta skal broytast, segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá hann var í Breddanum fyrrapartin:
 

09032023_Dennis_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717