Credo: Duld eru døpur mein

Credo: Duld eru døpur mein
Sunnudagin eru gestirnir í Credo Karina Laksáfoss og Sámal Rasmussen. Tey eru foreldur lítlu Ságu, sum doyði einans fimm mánaðar gomul.
 
18.03.2023 - 10:21

Í Credo sunnudagin eru Karina Laksáfoss og Sámal Rasmussen gestir. Tey eru foreldur lítlu Ságu, sum doyði bert fimm mánaðar gomul.

Foreldrini vistu ikki, at tey bóru ílegu fyri herviliga "føroyska sjúku", sum Sága fekk. Sjúkugongdin var sera svár og syrgin.

Í dag vilja foreldrini varpa ljós og kunning á tær arvaligu, føroysku sjúkurnar, so myndugleikarnir vakna og gera nakað við hetta.

Kunning og vitan má til og aðalmálið má vera ílegukanning av føroyingum, um tey eru berarar, so tey kunnu taka støðu til sjúkuna, áðrenn barnið er gitið ella borið í heim.

Credo er í útvarpinum sunnudagin kl. 10. Tú finnur eisini nýggjasta á heimasíðu okkara og poddvarpstænastunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037