Kanning: Løgmaður ongantíð klárað seg so illa sum nú

Kanning: Løgmaður ongantíð klárað seg so illa sum nú
Kaj Leo Holm Johannesen fær karakterin 4,3, og tað er ringasta úrslitið síðani apríl í 2010
 
16.09.2013 - 11:50

Ongantíð fyrr hevur løgmaður klárað seg so illa sum nú. Tað staðfestir nýggja veljarakanningin hjá Gallup.

Sí eisini Grafikkur: Her er úrslitið av veljarakanningini

Fólk vórðu spurd, hvussu væl tey halda, at løgmaður yvirhøvur hevur staðið seg. Tey skuldu meta á einum stiga frá 1 til 10, har 1 er sera illa og 10 er framúrskarandi.

Ringasta úrslitið síðani 2010

Karakterurin, sum løgmaður fær, er 4,3. Og hetta er tað ringasta úrslitið, sum løgmaður hevur fingið síðani apríl 2010, vísa tølini hjá Gallup.

Sí eisini Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan

Kaj Leo Holm Johannesen hevur fyri tað mesta fingið ligið oman fyri fimm prosent. Skoðsmálið hevur bara einaferð verið undir fimm prosent. Tað var fyri teimum árum síðan, tá hann fekk karakterin 4,9.

Sí eisini Samgongan klárar seg framvegis undir meðal

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751