Kunnu bara umskipa fisk, sum er avtalaður í fiskiveiðisáttmálanum

Kunnu bara umskipa fisk, sum er avtalaður í fiskiveiðisáttmálanum
Møguleikarnir hjá russiskum skipum at keypa tænastur verða nógv skerdir, men støða verður ikki tikin til fiskiveiðisamstarvið fyrr enn í heyst
Landsstýrið helt tíðindafund uttandura í góðveðrinum á Viðareiði fyrrapartin. Frá vinstru: Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Mynd: Alexander Gaard  
 
01.06.2023 - 12:54

Av tí at nógvar útlendskar havnir eru stongdar fyri russiskum skipum, umskipa russisk skip ikki minni enn 400.000 tons av fiski í føroyskum havnum.

Hetta skal nú halda uppat, og russisk skip sleppa bara at umskipa fisk í føroyskum havnum, sum tey kunnu fiska eftir í føroyskum sjógvi sambært fiskirættindavataluni millum Føroyar og Russland.

Tað ber í sær, at umskipingin minkar niður í 100.000 tons, ella ein fjórðing av tí, sum russisku skipini umskipa í løtuni. 

Haraftrat verða møguleikarnir hjá russiskum skipum at keypa tænastur í Føroyum nógv avmarkaðir. Skipini kunnu framvegis keypa olju og proviant, men kunnu ikki fáa umvælingar gjørdar.

Fiskiveiðisáttmálin við russar fyri 2023 heldur fram, men hvussu fiskiveiðisamstarvið skal verða næsta ár, verður støða ikki tikin til fyrr enn í heyst, væntandi í september.

Tað kom fram á tíðindafundi, sum landsstýrið skipaði fyri á Viðareiði fyrrapartin um tiltøk móti Russlandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01062023_Tidindafundur_a_Vidareidi

 

Løgtingið viðger í løtuni málið um tiltøk móti Russlandi. Sí tingfundin her.

 

Alexander Gaard tók myndirnar:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847