Verjusemja: Raðfesta tiltøk hjá NATO, sum ræða mótpartin

Verjusemja: Raðfesta tiltøk hjá NATO, sum ræða mótpartin
Danska stjórnin hevur mælt til at brúka 143 milliardir krónur til verju næstu tíggju árini. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er væl nøgdur við verjusemjuna
143 milliardir kr. verða brúktar til verjumál næstu tíggju árini. Hvussu peningurin skal brúkast, verða samráðingar um í heyst. (Savnsmynd)
 
29.06.2023 - 08:20

Føroyar, Grønland og Danmark hava gjørt avtalu um lutin hjá donsku verjuni í Norðuratlantshavi næstu tíggju árini, sigur Verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

Í stuttum er semja um, at fólk, myndugleikar og virki í Føroyum og Grønlandi skulu hava gagn av tí, sum verjan ger í londunum og uttan um tey.

Semja er eisini um at styrkja verjuna í Norðuratlantshavi, millum annað skulu sjókaðalar tryggjast.

Og semja er um, at ráðharrin og landsstýrisfólkini hittast tríggjar ferðir um árið.

Danska stjórnin hevur mælt til at brúka 143 milliardir krónur til verju næstu tíggju árini.

 

Høgni Hoyda, landsstýrismaður í verjumálum, og virkandi verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen. Semja er um, at ráðharrin og landsstýrisfólkini hittast tríggjar ferðir um árið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvussu pengarnar skulu býtast millum tey trý londini, vera samráðingar um í heyst.

Landsstýrið í Føroyum og danska stjórnin eru samd um at raðfesta tiltøk hjá NATO, sum ræða mótpartin, og tiltøk, sum gera váðan fyri óætlaðum vandum lítlan sum ongan.

Í tíðindaskrivinum takkar Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Troels Lund Poulsen, virkandi verjumálaráðharra, fyri gott og uppbyggjandi samstarv.

Høgni Hoydal sigur seg vera væl nøgdan við verjusemjuna.

Les semjuna her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425