Færri læknar í læknavaktini

Færri læknar í læknavaktini
Broytta skipanin kann hava við sær, at tað tekur longur tíð at fáa fatur á lækna eftir klokkan 10 um kvøldið
Síðani 2020 hevur tað verið eitt krav frá Heilsutrygd, at ein lækni í mesta lagi skal hava 10 vaktir um mánaðin. (Savnsmynd)
 
18.07.2023 - 12:21

Nú vera færri læknar í læknavaktini.

Talið á vaktum í vaktarskipanini er minkað niður í helvt í nýggju semjuni, sum Kommunulæknafelagið hevur gjørt við Fíggjarmálaráðið.

 

Rói á Kósini er næstformaður í Kommunulæknafelagnum. 

 

Tað kann hava við sær, at tað tekur longur tíð at fáa fatur á lækna eftir klokkan 10 um kvøldið, sigur Rói á Kósini, næstformaður í Kommunulæknafelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18072023_Roi_a_Kosini

 

Ein frágreiðing frá 2021 vísir, at 20 av 27 kommunulæknanum høvdu onga, ella sera lítla inntøku, frá vaktum, meðan nakrir fáir læknar tóku allar vaktirnar.

Síðani 2020 hevur tað verið eitt krav frá Heilsutrygd, at ein lækni í mesta lagi skal hava 10 vaktir um mánaðin.

Í oktober í 2022 heitti landslæknin á Heilsutrygd um at tryggja, at hetta henda skipanin verður hildin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786