Ólavsøkurøða løgmans 2023

Ólavsøkurøða løgmans 2023
Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt í dag sína fimtu ólavsøkurøðu, og segði eitt nú, at arbeiðsvikan skal styttast tríggjar tímar - úr 40 tímum niður í 37. Les røðuna her
Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt i dag sína fimtu løgmansrøðu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.07.2023 - 13:38

Eg skal í dag byrja við tveimum orðum, sum ongantíð fyrr eru søgd í eini løgmansfrágreiðing. Tvey orð, sum tykjast smá, men sum kortini bera boð um eina nýggja javnvág:

»Frú forkvinna!«

Vónandi fara vit politikarar at ganga undan við javnari kynsumboðan í landsstýri og álitissessum eisini frameftir.

Tað, vit gera, avdúkar jú, hvørji vit eru. Hvørji vit vilja vera.

***

Frú forkvinna.

Úti í Tinganesi er ein lon, kallað Vektarbúðin, sum var partur av handilsvirkseminum.

Í Vektarbúðini vórðu vørur skipaðar inn og út. Allar vørur vórðu lagdar á vágskálina og vigaðar. Gjaldið skuldi samsvara við vektina, tá ið fólk keyptu og seldu.

Tað skuldi javnviga.

Troyggjur og turrur fiskur, sukur og seymur – alt varð vigað, og síðani varð prísurin ásettur. Nú er Vektarbúðin partur av løgmansskrivstovuni.
Henda lonin minnir okkum á, at eins og javnvág søguliga var aðalmálið í Tinganesi, so skal javnvág áhaldandi vera okkara mál.

Vit skulu stremba eftir at finna røttu javnvágina millum kynini, millum alment og privat, millum útjaðaran og miðstaðarøkið, millum at troyta og verja umhvørvið, millum familjulív og arbeiðslív – ja
– snøgt sagt – í øllum.

Fram um alt mugu vit fáa eina fíggjarliga javnvág, sum varir við. Eina langtíðar javnvág millum inn- tøkur og útreiðslur, so vit kunnu lyfta vælferðarskyldurnar á bestan hátt – eisini frameftir. Vit mugu tryggja børnunum minst líka góða vælferð, sum vit hava í dag.

Tað er ein torfør uppgáva.

Tí javnvág kemur ikki av sær sjálvari. Javnvág er nakað, sum vit alla tíðina mugu skapa.

***

Frú forkvinna.

Føroyar verða ofta kallaðar eitt familjuland. Einki lodd á lívsins vekt kann javnviga við okkara næstu. Og tað, sum vigar hjá føroyingum, eigur eisini at viga hjá okkum politikarum.

Tí bøta vit um javnvágina ímillum arbeiðslív og familjulív. Arbeiðsplássið er í áravís farið við bróður- partinum av okkara bestu tíð, og familjan hevur fingið tað, sum eftir er.

Men stytta vit arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar, flyta vit tríggjar tímar frá arbeiðsvektskálini yvir í familjuvektskálina. Tríggir tímar hvørja viku fara at skapa betri javnvág.

Vit hava fyrr stytt arbeiðsvikuna, uttan at tað ávirkaði búskapin negativt. Tá tóku vit ein heilan dag. Nú taka vit tríggjar tímar.

Hesir tímarnir fara í fyrsta lagi at lætta um familjulívið. Í øðrum lagi fara tey, mest kvinnur í niðursettari tíð, at nærkast fullari tíð. Og í triðja lagi gerst føroyski arbeiðsmarknaðurin meiri dragandi.

Lógaruppskotið um at stytta arbeiðsvikuna verður latið løgtinginum í heyst.

***

Vilja vit finna javnvág, er kortini ikki nóg mikið at stytta arbeiðsvikuna. Ójavnvág myndar eisini lønarlagið.
í 1969 varð politiskt gjørt av at bólka almenn starvsfólk í lønarflokkar. Kvinnustørvini vórðu tá hildin at viga minni enn størv hjá monnum, tí teir vóru uppihaldarar og máttu forvinna meira. Soleiðis er ikki longur.

Tí rætta vit nú hesa ójavnvág. Tey lægstløntu, sum starvast í eldra-, dagstovna- og almannaøkinum, fáa eitt lønarlyft.

Hesi størvini viga tungt á vælferðarvágskálini. Men har mangla fólk. Tá ið umsorganarøkini ikki virka nóg væl, rakar tað jú okkum øll. Ein meiri hóskandi løn fer sannlíkt at draga fleiri arbeiðsfólk.

***

Vit mugu eisini lætta um hjá øðrum, nú príshækkingar og rentuhækkingar tyngja.

Hjá lág- og miðalløntum minka vit skattin 1. januar, so lønin hjá eitt nú krambafólki, handverkarum og flakafólki røkkur eitt sindur longur.

Eg veit, at undirtøkan fyri at minka skattin er stór. Men fortreytin fyri skattalættanum er, at vit hava tillagað tøku- og veiðugjøld í vinnuni, so vit nú hava stóran part av fíggingini.
At tillaga gjøldini og minka lønarskattin skapar betri javnvág millum vinnufólk, sum troyta tilfeingið, og Føroya fólk, sum eigur tilfeingið.

Í vinnuni skal eisini vera javnvág. Rættindini skulu kosta, men ráð skulu framvegis vera til menning og íløgur. Vit meta ikki, at broyttu gjøldini hava skeiklað hesa javnvág.

Men fiski- og alivinnan skulu ikki bera alt einsamallar. Skulu vit minka um skattin og samstundis tryggja langtíðarjavnvágina í búskapinum, mugu átøk gerast á fleiri økjum.

***

Tí, frú forkvinna – langtíðarbúskapurin javnvigar ikki.

Til samanberingar verður barlastin umborð á skipum støðugt tillagað, so skipið ikki fær slagsíðu og í ringasta føri koppar.

Vit hava ikki í nóg stóran mun lagt upp fyri broytingum – serliga í fólkasamansetingini. Vit verða støðugt fleiri eldri, men lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum. Um 20 ár verða tvífalt so nógv yvir 80 ár sum í dag. Handla vit ikki nú, er ivasamt, um okkara børn megna at lyfta, tá ið vit gevast at arbeiða.

Misskiljið meg ikki: tað er sanniliga gott, at vit hava tað betri og liva longur. Men tað ger eisini, at útreiðslurnar í almanna- og heilsugeiranum økjast. Og vøksturin fer bara at standa við.

Vit mugu laga barlastina til fyri at tryggja kjølfestið, nú vektin umborð forskjýtur seg.

Í fyrsta lagi mugu vit fáa fleiri á arbeiðsmarknaðin. Tí skal samfelagið gerast so dragandi fyri unga ættarliðið, at tey ikki vilja búgva aðrastaðni. Og tí skulu pensjónistar kunna tjena meiri, áðrenn teir verða mótroknaðir. Tey, sum orka, skulu eggjast til at arbeiða longur.

Í øðrum lagi mugu vit tálma útreiðslunum og økja inntøkurnar.

Landsstýrið kannar, um almenni geirin virkar nóg væl. Hóskar hann til støddina á samfelagnum? Kunnu vit skipa okkum øðrvísi og bíligari? Vit noyðast at veita somu ella betri tænastur fyri somu ella færri útreiðslur. Tí vit verða støðugt færri at rinda.

Og vit skulu altíð minnast, at tá ið landið rindar, ja, so er tað Føroya fólk og føroysk vinna, sum rindar.
»Almennir pengar« er bara eitt annað heitið fyri hart tjentar pengar. Tí skal hvør króna brúkast við skili. Samstundis mugu vit halda vælferðarskyldurnar. Tað er ein torfør javnvág. Men hon má finnast.

Lat meg sláa fast, at búskapurin er væl fyri, um vit skuldu fingið eitt tíðarskeið við mótgongd. Vit hava fingið avlop á fíggjarlógini, og Føroyar eru ikki serliga skuldarbundnar sammett við onnur lond í Vest- urheiminum. Men vandin lúrir í langtíðarbúskapinum.
Tí mugu vit tillaga barlastina nú.

***

Frú forkvinna.

Í Vektarbúðini í Tinganesi starvaðust sonevndir vektarmenn. Vøran varð løgd á aðra vágskálina, og síðani løgdu vektarmenninir vandaliga lodd fyri lodd sum mótvekt á hina vágskálina.

Í dag er vinnan mótvektin til vælferðartænasturnar. Vóru ikki undangongufólk, sum váðaðu, arbeiddu hart og avroknaðu til landskassan, ja, so fekk samfelagið ikki hildið sínar vælferðarskyldur.

Tí skal vinnan hava góðar karmar og treytir.

Føroyskt vinnulív skal gerast meiri fjøltáttað, kappingin javnari, og smáar og miðalstórar fyritøkur – eitt nú innan fyri KT, bygging og tænastu – skulu fáa betri møguleikar. Partur av mótvektini er, at vit styrkja kappingarførið hjá øllum vinnum.

Lægri lønarskattur fer at gera tað lættari at kappast um arbeiðsmegina.

Vit styrkja eisini kappingarførið við eindini “Export Faroe Islands”, ið skal menna útflutningin – og vit hava hækkað játtanina til tónleikaútflutningsstovuna, FMX. Eisini er lógin um afturbering broytt fyri at draga fleiri stórar filmsframleiðslur hendaveg. Háttvirdir harrar sum James Bond og Peter Pan hava prógvað, at Føroyar egna seg væl til film.

Eisini smærri vinnur og íverksetarar kunnu við røttu umstøðunum vaksa. Eitt nú tey, sum framleiða stuttfluttar vørur, og tey, ið gera sterkan løg. Vit broyta rúsdrekkalógina, so at tey kunnu selja sínar vørur úr egnum sølubúðum.

Vit vita, at tað kann vera tungt hjá smáum fyritøkum, um starvsfólk gerast langtíðarsjúk. Tá hava tey rætt til løn í 120 dagar. Frameftir kunnu smá vinnurekandi fáa sjúkraendurgjald úr dagpeningaskipan- ini.

Tann vinnan, sum veksur skjótast, er uttan iva ferðavinnan. Her er trupult at finna røttu javnvágina, men tað er avgerandi, at vit megna tað.

Ferðavinnuvirksemið skal skipast í samljóði við náttúruna og í samstarvi við fólk á staðnum, sum eisini skulu fáa ágóðan. Samstundis skulu vit tryggja rættin hjá føroyingum til at ferðast ókeypis í náttúruni.

Tað skal gerast við virðing fyri virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini, og atlit skulu takast til náttúru og trygd.

Lógaruppskot um gongd í haga kemur fyri tingið í vetur.
Frú forkvinna.

Landið eigur ikki at krevja nógv av smávinnum, sum sáttliga taka síni fyrstu fet. Ei heldur skulu vit leggja stein oman á byrði, tá ið tað gongur illa í sterku vinnunum.

Eingin ivi er um, at fiski- og alivinnan eru høvuðsvinnur okkara. Tá ið vinnur gerast so mikið sterkar, eiga vit at fáa eitt rímiligt gjald fyri firðir, tilfeingi og tænastur, sum vinnan brúkar.

Landið skal eisini leggja sín part á vágskálina við góðum kørmum og umstøðum. Vit skulu geva fiskivinnuni karmar til nýskapan og virðisvøkstur.
Hóast tað er trupult, arbeiða vit við at tryggja partrolarunum rættindi á fjarleiðunum, nú upsafiski- skapurin er vánaligur.

Hinvegin er tað hugaligt við rokfiskiskapinum á Føroya Banka, sum kann gerast eitt týdningarmikið íkast hjá línu- og útróðrarbátunum.

Tá ið tað kemur til alingina, er peningur settur av til gransking. Vit vilja vita, hvussu vit basa laksalús, ala á opnum havi, hvussu alingin ávirkar havumhvørvið – og um samband er millum upsastovn og aling.

Saman við vinnuni vilja vit tryggja, at føroysk aling eisini frameftir verður burðardygg og í samljóði við umhvørvið.

***

Tí frú forkvinna: Fortreytin fyri lívi og virksemi í Føroyum er, at vit virka í javnvág við viðbreknu náttúruna og umhvørvið. Henda javnvág er so líðandi skeiklað seinastu árini.

Í eini sjónvarpssending segði virðislønti náttúrugranskarin, Jens Kjeld Jensen, soleiðis: »Mann skuldi trúð, at tey, sum búgva her, eisini vilja hava, at børnini skulu síggja lunda, lomviga og ymsar sjáldsamar plantur. Tað er løgið, at politikararnir ikki vilja lata tað víðari til síni børn og barnabørn.«

Og eg viðgangi: tað tók ov langa tíð. Tað var í tøkum tíma, at ein breiður meiriluti loksins samtykti náttúruverndarlógina í vár. Nú fáa vit vart ávís øki, djórasløg og plantusløg – og lógin verður frameftir dagførd og fjøltáttað.

Náttúrupolitikkur Føroya fer at áleggja landsstýrisfólkum at arbeiða við fyriliti fyri náttúruni.

Leingi hava vit hugsað um veðurlagsbroytingar sum nakað óítøkiligt, sum fer at raka komandi ættarlið. Men nú síggja vit, at hitin – bæði í heiminum og í sjónum – er methøgur. Suðurevropa hevur í summar staðið í ljósum loga, og stór broyting kann koma fyri fugl og fisk um okkara leiðir, tí havið hitnar.
Í heyst leggur nýggja umhvørvismálaráðið fram uppskot um veðurlagslóg, so landsstýrið verður bundið til at minka útlátið. Í vikuni vístu nýggj tøl, at tað, vit gera, munar. Útlátið er minkað. Men tað skal skerjast uppaftur meir.

Í fjør samtykti Løgtingið ein orku- og veðurlagspolitikk, og longu í ár verða 7 av teimum 25 átøkunum framd í verki. Komandi ár arbeiða vit við minst 10 átøkum.

Ein týðandi partur av hesum er skiftið frá olju til varandi orkukeldur. Hetta krevur, at vit leggja orkunýtsluna um, spara orku og útbyggja varandi orku. Í næstum gera vit avtalu við SEV um orku- útbyggingar komandi fimm árini, og nýggj el-veitingarlóg kemur í Løgtingið. Vit hava eisini sett pengar av til, at almennir bygningar kunnu hitast við grønari orku.

***

Burðardyggur politikkur snýr seg eisini um at røkja tað, sum longu er.

Játtanin til at viðlíkahalda landsins bygningar er hækkað í 2023, og hon hækkar aftur í 2024. Eisini eru 10 milliónir settar av til asfaltering í ár, og meira verður sett av komandi árini.

Um ársskiftið kunnu vit koyra til Sandoynna – og til Fámjins og Norður um Fjall komandi ár. Til Dals verður borað ígjøgnum í ár, og vit fyrireika tjørnuvíkartunnilin. Forkanningarnar til suðuroyartunnilin skulu verða lidnar í 2024. Tá taka vit støðu til, hvussu farast skal fram.

Strandferðsluflotin má endurnýggjast, og forarbeiðið til tað er byrjað. Málið er, at skipini verða bygd í Føroyum og nýta grøna orku.

Ynskini um stórar íløgur komandi árini – á ymiskum økjum – eru mong. Alt kann ikki gerast sam- stundis. Tað hava vit ikki ráð til. Tí mugu vit raðfesta.

***

Frú forkvinna.

Vektarmenninir í Vektarbúðini í Tinganesi høvdu eisini aðrar týðandi uppgávur enn at viga. Har kundu tey allarveikastu leita sær hjálp, tá ið tey ongan annan møguleika vistu sær.
Og sannleikin er, at okkum øllum stundum tørvar hjálp. Ikki minst, tá ið heilsan bilar.

Men trýstið á sjúkrahúsini veksur støðugt. Vit mugu tí umskipa heilsuøkið. Veita betri og fleiri tilboð kring landið. So nógvar kanningar og viðgerðir sum gjørligt skulu gerast í nærumhvørvinum. Eitt dømi er dialysuviðgerðin í Suðuroy, sum verður klár seinni í ár.
Tríggir kommunulæknar koma afturat, so vit fáa 37 tilsamans, og vit styrkja framhaldandi Lækna- vaktina.

Vit orða ein yvirskipaðan heilsupolitikk og taka støðu til, hvørji serlæknaøki skulu mennast, hvussu vit nøkta læknatørvin – og hvussu vit kunnu skipa eitt universtetssjúkrahús.

Fleiri landsdemenssamskiparar verða settir. Frú forkvinna.
Kjarnin í vælferðarsamfelagnum er jú, at vit hjálpast at. »Berið byrðar hvør hjá øðrum« er greiða áminn- ingin í Bíbliuni.

Lagnan býtir ikki út eftir eini fyrimynd um javnvág. Summi fáa tungt at bera. Og tað er menniskjans- liga, moralska og politiska skylda okkara at lætta um.

Síðani vit fyri 50 árum síðani tóku okkara egnu við breki, menningartarni og sálarligum avbjóðingum heim úr Danmark, hava vit støðugt roynt at tryggjað betri kor. Eitt framstig verður í januar, tá ið vit fáa eitt brekumboð.

Eitt annað framstig verður fyri børn við downsyndromi. Í mars tosaði kringvarpið við Svannu Dam Joensen. Hon er mamma seks ára gamla Ólav, ið hevur downsyndrom. Hon segði: »Ólavur hevur tørv á nógvari hjálp. Men hann gongur í barnagarði, hann trívist væl, og hann hevur nógvar vinir, tí hann fær ta hjálpina, sum hann hevur brúk fyri. Tað má vera eitt mál, at øll børn við downsyndromi fáa ta somu hjálpina«.

Her eru vit samd. Tað má vera javnvág. Tí verður ein bráðloysn sett í verk, so øll børn við downsyn- dromi fáa samskiftishjálp. Eisini fyrireika vit aðrar samskiftisloysnir til børn og ung, ið hava hjálp fyri neyðini – og vit styrkja umstøðurnar hjá teknmáli, talulæru og øðrum samskiftisháttum.

“Tann góða tilgongdin”, ið er eitt samstarv um børn við autismu, verður eftirmett og víðkað, og eitt álit um børn og ung við sálarligum trupulleikum er júst handað landsstýrismanninum.

Tað henda støðugt batar. Men eg viðurkenni, at tað – fyri tey, sum bíða – mangan kann tykjast ganga seint.

***

Tí gleðist eg um, at drúgva ójavnvágin við bústaðartilboðum nú verður rættað.

Trý sambýli eru um at vera liðug, og komandi ár fara vit undir tvey afturat – á Argjum og í Miðvági. Rásin í Runavík verður útbygd, so tvífalt so nógv ung sleppa »í læru til lívið«.
Nógvir vardir bústaðir eru dagførdir, og 11 nýggj pláss eru útvegað.

Men avbjóðingarnar á bústaðarmarknaðinum hava ikki einans rakt fólk við serligum tørvi.

Vit eru vorðin væl fleiri í Føroyum. Tað skapar eina ójavnvág millum eftirspurning og útboð, sum trýstir bústaðarprísirnar upp.

Vit gleðast um, at fólk flyta heim. Vit hava stóran tørv á øllum góðum hondum og høvdum. Men ilt er at finna bústað. Og hjá teimum, sum leiga, er støðan ótrygg.
Vit hava broytt lógina, so at Bústaðir ikki skulu samstarva við privatar íleggjarar. Tað ger tað lættari at fara undir at byggja, og tað minkar kravið um vinnuligt avkast.

Vit fara eisini at loyva kommunum at stovna og reka almannagagnlig bústaðarfeløg saman við Bústøðum. Við hesum kemur væntandi ferð á bústaðarbyggingina kring landið.

Kommunurnar skulu eisini kunna áseta bústaðarskyldu á nýggjum útstykkingum og krevja tænastugjald frá húsaeigarum, sum ikki búgva í kommununi.

Samanlagt fara hesi átøk at geva betri javnvág millum løn og leigu.

***

Frú forkvinna.

Eitt annað, sum setur trýst á bústaðarmarknaðin – men eisini almannaverk og skúlaverk – er, at nógv útlendsk arbeiðsmegi flytur til landið.

Við fast-track skipanini kann vinnan nú lættari fáa neyðuga hjálp frá útlendskari arbeiðsmegi. Men hugsanin var, at tey skuldu arbeiða her og hava sín grundvøll í heimlandinum.

Í seinastuni er talið á familjusamanføringum tó stórliga hækkað, tí tey, sum koma higar at arbeiða, vilja skapa sær og familjuni eitt nýtt lív her. Bara í fjør fluttu 78 børn til Føroya gjøgnum skipanina við familjusamanføring.

Útlendingalógin er gomul – og tað hevur skund at nútímansgera hana, tí hon skapar ójavnvág í okkara lítla samfelagi.

Okkum tørvar arbeiðsmegi, og útlendingar veita eitt virðismikið íkast til okkara samfelag. Men vit noyðast at tryggja javnvágina millum rættindi og skyldur teirra, so vit ikki missa tamarhaldið.

Hesi viðurskifti skulu fáast í javnvág sum skjótast.
Tí skal Útlendingastovan kunna avgreiða arbeiðsloyvi í Føroyum, og útlendskir arbeiðstakarar skulu kunna uppihalda familjuni, søkja teir um familjusamanføring.

Vit mugu samstundis gera okkara til, at tilflytarar falla til í Føroyum. Tí kemur nýggj integratiónslóg í vár.

***

Frú forkvinna.

Fyri fáum døgum síðani bórust tíðindini um, at pedofilar hava forbrotið seg móti børnum á netinum. At teir ígjøgnum sosialar miðlar gykla og tøla – og síðani á grovasta hátt bróta álitið, óseku børnini sýna teimum. Hetta er menniskjansliga og moralskt forkastiligt.

Landsstýrið tekur hetta í størsta álvara, og longu í heyst verður tað revsivert at byggja upp samband við børn við tí fyri eyga seinni at fremja kynsligan ágang.

Tí frú forkvinna,

Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland.

Tíverri hava nógvar føroyskar barnafamiljur seinastu árini upplivað fakbólkar, sum ikki tosa saman. Stovnar, sum ikki samstarva. Ráð, sum vísa til hvørt annað. Tað hevur verið ørkymlandi.

Tí hevur samgongan raðfest eitt barna- og útbúgvingarmálaráð. Tað minkar um vandan fyri, at børn og ung detta niðurímillum, nú sama ráð fylgir teimum frá vøggu til vaksnamannalív.

Ein av avbjóðingunum er ójavnvágin á dagstovnaøkinum. Okkum tørvar námsfrøðingar, og nú játtanin er hækkað, kunnu tvífalt so nógv lesa námsfrøði. Vit gera eisini eina heildarætlan fyri dagstovnaøkið og endurskoða dagstovnalógina saman við kommununum.

Í fólkaskúlanum verða eisini broytingar. Vit stytta skúladagin, styrkja tvílæraraskipanina og leiklutin hjá flokslæraranum – og tryggja betri javnvág millum lærugreinarnar. Færri næmingar skulu vera í flokku- num, so lærarin fær betri tíð til hvønn einstakan.

Í heyst verður aðalorðaskifti um fólkaskúlan.

Eisini arbeiða vit við ískoytisútbúgvingum, sum tryggja upptøku á Heilsuskúla Føroya, og vit vilja veita heilsuhjálparum løn undir útbúgving, so betri javnvág fæst millum útbúgving og familjulív.

Í miðnámsskúlanum skal bera til at fáa sveinabræv og samstundis miðnámsprógv, sum ger tað gjørligt at lesa víðari.
Sum nakað nýtt kemur ein royndarskipan fyri miðnámsskúlanæmingar, ið íðka úrvalsítrótt, so tey kunnu taka eina miðnámsútbúgving eftir vanligari tíð.

***

Tí frú forkvinna.

Tað gongur heilt ómetaliga væl í føroyskum ítrótti. Evni og avrik viga væl upp ímóti útlendsku kapp- ingarneytunum.

Játtanin til ÍSF er hækkað 2 milliónir. Komandi árini hækkar hon meira.

Í stórt sæð øllum ítróttagreinum er framgongd, og vit standa okkum væl á Oyggjaleikum, Special Olympics og til NM, EM og HM.

Tað verður ein stórhending, tá ið hondbóltsmenninir í januar spæla EM-endaspæl. Tað er eisini stórt, at Oyggjaleikir koma aftur til Føroya – og vit síggja aftur úrmælingar miða ímóti OL.

Ein, sum droymir um OL, er Jónas Isaksen, sum íðkar frælsan ítrótt. Hann er eitt av okkara størstu stjørnuskotum, og á oyggjaleikum staðfesti venjarin, at Jónas hevur eina framúr góða javnvág millum úthaldni og skjótleika. Sjálvur segði Jónas: »OL er mítt hægsta mál. OL fyri Føroyar.«

Landsstýrið og ÍSF arbeiða fyri, at føroyingar skulu kunna kappast undir Merkinum heldur enn Dannebrog.

***

Frú forkvinna.

At hava eina sunna sál í einum sunnum likami. Tað er besta javnvágin, sum menniskjað kann vera í. Meðan ítrótturin tryggjar, at likamið er sunt – so tryggja mentan og list, at sálin er sunn.
Á hesum økinum er samgongan samd: listin skal ikki stýrast, men styrkjast. Tí er Føroya Symfoniorkestur, sum í ár fyllir 40, styrkt við hægri játtan.
Og tí eru fýra milliónir settar av til at fyrireika Tjóðleikhús Føroya. Næsta stigið er at fáa fíggingina upp á pláss – ta føroysku eins væl og ta útlendsku.

Tjóðleikhúsið fer at styrkja leiklistina – og at gagna eitt nú ritlist, tónlist og dansi. Tað fer eisini at hava málsligan týdning. Nú enska málið við føstum fetum trokar seg inn og koppar málsligu javnvágini, mugu vit leggja alla mótvekt í.
Føroyskt skal inn á talgildar pallar, og útboðið av føroyskum barna- og ungdómstilfari skal fleirfaldast. Vit stuðla somuleiðis eini røð av átøkum, sum styrkja føroyska málið.

***

Frú forkvinna.

»Føroya mál á manna tungu merkir: her býr Føroya fólk« syngja vit.

Men hvat merkir tað, at vit eru Føroya fólk? Hvørji eru vit? Hvørji vilja vit vera?

Politikkur snýr seg um, hvat vit frameftir skulu gera. Og tað, vit gera, avdúkar, hvørji vit eru. Fyri meg snýr svarið seg um javnvágina millum tað menniskjasliga, moralska og búskaparliga. Í nógvum málum eru vit eisini samd.
Eitt nú, tá ið Løgtingið einmælt samtykti at taka ímóti 200 ukrainskum flóttafólkum.

Eisini var løgtingið í vár samt um at lata 7 milliónir í neyðhjálp til Ukraina – størsta einstaka upphædd, sum Føroyar nakrantíð hava latið. Komandi ár fær Ukraina minst 10 milliónir.

Men ein stórur spurningur fylgir við flóttafólkunum úr Ukraina.

Hvussu skulu vit fyrihalda okkum til Russland, sum hevur gjørt hesi fólkini til flóttafólk? Sum hevur bumbað fleiri býir í Ukraina til skerv og dripið túsundavís? Sum hevur skeiklað javnvágina í Evropa?

Er tað menniskjansligt og moralskt rætt at samstarva við eitt land, ið fremur slíkar illgerðir og brýtur bæði fólkarætt og altjóða lóg?

Landsstýrið vigar í løtuni samstarv okkara við Russland. Í heyst verður greitt, hvat skal henda í 2024.

Sama hvør avgerðin verður, kann hon ikki bara grundast á búskaparlig atlit. Tað, sum kann tykjast skynsamt í dag, nýtist ikki vera tað besta í longdini. Javnvágin kann skjótt skifta. Vit mugu eisini hava moralsk og menniskjanslig atlit við.

Frú forkvinna – tað mugu vit altíð.

Eisini í støðu okkara í heiminum sum heild. Vit skulu taka ábyrgd.

Javnvág er tó ikki millum tað, vit vilja, og tað, vit hava heimild til á uttanríkispolitiska økinum. Hetta skal broytast.
Í heyst leggja vit uppskot fram um føroyskan trygdar- og verjupolitikk. Avgerðir á hesum økjum skulu ongantíð takast uttan um okkum. Tí tað er okkum, tað snýr seg um.

Politikkurin skal byggja á, at Føroyar eru partur av vesturheiminum og samstarva við NATO. Eg heiti á Løgtingið um at standa saman.

Vit vilja eisini taka størri ábyrgd í sambandi okkara við Danmark. Føroyingar eru ríkari fyri hvønn íbúgva enn danir. Tað er tí eisini ábyrgdarfult at niðurlaga ríkisveitingina. Men vit gera tað skynsamt við 25 milliónum um árið.

Tað var somuleiðis at sýna ábyrgd, tá ið Løgtingið einmælt yvirtók vitaverk, sjóuppmerking og farsóttar- øki. Í næstum yvirtaka vit loftrúmið og sjórættin.

***

Frú forkvinna.

Sambært Sprotanum merkir orðið »javnvág«, at tveir lutir viga tað sama. Hetta var aðalmálið í Vektar- búðini – og í politikki eiga vit eisini støðugt at leita eftir røttu javnvágini.

Millum inntøkur og útreiðslur. Millum vinnuligan framburð og náttúruvernd. Millum menniskjanslig og búskaparlig atlit.

Skeiklast javnvágin á einum øki, skeiklast hon á øðrum økjum við. Skeiklast hon ov nógv, fer samfelagið av lagi.

Javnvágin er tó aldrin fullkomin, tí viðurskiftini broytast alla tíðina. Sum Trygvi Danielsen yrkir:
Alt aldar alsamt ójavnt

Tí mugu vit – eins og vektarmenninir – støðugt leggja lodd á og taka lodd av fyri at tryggja rætta mótvekt. Eg eri bjartskygdur um, at gerðir og avgerðir okkara geva betri javnvág.

Búskaparliga, menniskjansliga og moralskt. Tað, vit gera, avdúkar jú, hvørji vit eru. Góða ólavsøku, øll somul.
Gud signi Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444