Fyrsta føroyska HM-heiðursmerki í gongulagskapping fyri íslendsk ross

Fyrsta føroyska HM-heiðursmerki í gongulagskapping fyri íslendsk ross
Rakel Brattalíð Tindskarð tryggjaði leygardagin Føroyum fyrsta HM-heiðursmerki nakrantíð í gongulagskapping fyri íslendsk ross, tá hon vann silvur í tøltkapping fyri ung
Rakel Brattalíð Tindskarð og hesturin Sílas vom Forstwald
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
16.08.2023 - 16:30

Fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í HM í gongulagskapping fyri íslendsk ross. 

Hetta hendi leygardagin, tá Rakel Brattalíð Tindskarð gjørdist silvurvinnari í tøltkappingini, T1, fyri ung.

Hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamla Rakel Brattalíð Tindskarð luttekur í HM í gonguløgum. 

Unga reiðkvinnan hevur vant miðvíst fram ímóti kappingini, og hetta gav úrslit, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.

Í innleiðandi kappingini, T1, fyri ung endaðu Rakel Brattalíð tindskarð og hesturin Sílas vom Forstwald á triðja plássi við miðalkarakterinum 7,00 og tryggjaðu sær pláss í A-finaluni.

Kappingin endaði sunnudagin, og føroysku luttakararnir eru í løtuni á veg heim aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961