Teldusníkar svika 150.000 danir fyri hundraðtals milliónir á hvørjum ári

Teldusníkar svika 150.000 danir fyri hundraðtals milliónir á hvørjum ári
Falskir teldupostar, løgin boð í innbakkanum og uppringingar frá fólki, sum siga seg vera onnur, lumpa á hvørjum ári 150.000 danir
Tað eydnast teldusníkum at lumpa 150.000 danir árliga
Mynd: Shutterstock.com  
 
28.08.2023 - 10:18

Á hvørjum ári verða umleið 150.000 danir útsettir fyri talgildum sviki fyri hundraðtals milliónir.

Hetta upplýsir Kriminalpreventiva ráðið í nýggjari herferð, sum skal hjálpa dønum at gerast var við on-line-svik.

Endamálið er at geva fyribrigdinum meira ans, so fólk fara at hugsa seg meira um, sigur formaðurin í ráðnum, Erik Christensen.

- Vit gerast meira og meira talgild, har tað verður alt meira vanligt, at rættiliga nógv fyrigongur talgilt, sigur hann.

Talgilt svik fevnir til dømis um misnýtslu av gjaldskortum, svik við handli, fíggjarsvik, stuldur av samleika og hatursfullar útsagnir.

Flestu svikini fara fram umvegis internetið, har offrini í miðal missa 2.300 krónur.

Herferðin hjá Kriminalpræventiva ráðnum fer fram á sosialum miðlum frá nú síðst í august til oktober. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858