Hava skrásett størsta skógareldin í Grikkalandi

Hava skrásett størsta skógareldin í Grikkalandi
Hetta er aðru ferð í ár, at Grikkaland hevur sett siviltilbúgvingina í verk
Higartil eru 81.000 hektarar kolaðir upp, sigur sivilverjustovnurin hjá ES.
 
29.08.2023 - 15:54

Skógareldurin, sum herjar í Grikkalandi, er tann størsti, sum er skrásettur í ES, síðani samveldið fór at skráseta skógareldar í 2000.

Higartil eru 81.000 hektarar kolaðir upp, sigur sivilverjustovnurin hjá ES.

Nærum helmingurin av flogførunum í ES, sum kunnu sløkkja eld, eru við í royndini at basa eldinum, sigur talsfólkið hjá ES-nevndini, Balazs Ujvari.

11 flogfør og ein tyrla í flotanum hjá ES er send til Grikkalands at hjálpa til at fáa tamarhald á eldinum í tjóðarlundini Dadia norðan fyri Alexandroupoli.

Eisini 407 sløkkiliðsfólk hjálpa grikkum, sigur Ujvari.

Hetta er aðru ferð í ár, at Grikkaland hevur sett siviltilbúgvingina í verk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233